Í lyftuni saman við einum skrøppum ótanga
Hetta hendi í einum øki í Onglandi, har fleiri kolanám vóru. Ein av arbeiðsmonnunum skuldi fylgja einum umsjónarmanni niður í eina av teimum djúpastu gongdunum fyri at vegleiða hann og svara nøkrum spurningum.
Arbeiðsmaðurin skilti skjótt, at hin var ein grovur og ónærisligur maður við einum skitnum munni. Hann spottaði, bannaði, og illbønir flutu frá honum.
Arbeiðsmaðurin har afturímóti var trúgvandi maður – og meira spakførur og gjørdi einki um seg.
Tá ið hesir báðir stóðu í lyftuni á veg niður í dýpið, vuksu hitastigini brádliga nógv. Umsjónarmaðurin turkaði sveittan av andlitinum, meðan hann slongdi fleiri ókvæmisorð úr sær. Og við tað at teir støðugt komu djúpari niður – og hitin vaks – bleiv atburðurin hjá honum meira ágangandi. At enda rann mest sum yvir hjá honum – og blótandi og bannandi stardi hann upp á tann trúgvandi mannin og segði: „Eg hugsi um, hvussu langt man vera til helvitið!“
Hesin stillføri, trúgvandi maðurin svaraði honum: „Eg veit ikki vist, men um veirurin skuldi brostið, hevði tú verið har um einar tveir minuttir…“
SKRIFTIN sigur: „Frekir og sjálvgóðir sum teir eru, firnast teir ikki fyri at spotta dýrdarmáttir.“ (2. Pæt. 2,10). Lesið allan kapittulin.
Jesus kom fyri at geva LÍV – ja, lív í yvirflóð!!! (Jóh. 10,10). – Hvør er tað, sum stjelur, drepur og oyðir? (Jóh. 10,10). TF – Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

