Ikki einaferð – men í dag – saman við mær!

“Eg setti niður, Ápollos vætti, men Guð gav vøkst.”
1.Kor.3,6

 

 

Fyri at líva okkum upp vil eg vísa til 1. Kor. 3,6, har Paulus skrivar: ”Eg setti niður, Ápollus vætti, men GUD GAV VØKST!”

Lat henda sannleikan grípa okkum:

GUD GAV VØKST –

GUD GEVUR VØKST –

EISINI TIL HJARTAÐ SLÆR SÍÐSTU FERÐ –

EISINI TIL HEIMSINS ENDA:

Men GLOYM IKKI AT SETA NIÐUR –

GLOYM IKKI AT VÆTA –

TÍ TAÐ ER GRUNDARLAGIÐ FYRI GUDS VØKSTRI.

 

Moses Hansen
Um onkur hevði lagt fram ein fyrispurning til teirra, sum vóru hjástødd til krossfestingina á Golgata, og spurt tey, hvør av teimum trimum krossfestu fór at enda í Himli, hevði eingin av teimum trimum fingið nógvar atkvøður.

 

Kanska einstøk høvdu eina innara trúgv uppá, at Jesus var tann Messias, sum tey bíðaðu eftir – og at Hann tí fór at rísa upp aftur. Eg haldi ikki, at nakar av hasum báðum ránsmonnunum høvdu fingið eina ta einastu atkvøðu. Øll høvdu dømt teir til at glatast. Men Heilagi Andin tók okkum við heilt tætt yvir til krossin, so at vit sluppu at hoyra tosið millum annan ránsmannin og Jesus:

”Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt.”

Og Jesus svaraði: ”Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í Páradís!” (Luk. 23,42-43) HOYRIÐ SANG

 

Hví letur Gud okkum hoyra hesa samrøðuna? Fyri at geva okkum fullvissu um, at TAÐ ER ONGANTÍÐ OV SEINT AT ÁKALLA HARRANS NAVN!

 

Um vit hava sett niður og vætað inn í lívið hjá menniskjum, kann Gud geva vøkstur sjálvt í teimum seinastu sekundunum. Og gev tær far um, at Jesus gav honum meir, enn hann bað um. Hann bað: ”Jesus, minst til mín, tá ið tú kemur í ríki títt.”

 

”Minst til mín!” bað ránsmaðurin – hann vísti til framtíðina. Svarið hjá Jesusi vísti ikki til framtíðina, men … ”Í DAG!”

 

Hvat fór hesin neyðars ránsmaðurin at uppliva Í DAG? – TÚ SKALT VERA VIÐ MÆR Í PÁRADÍS!

 

Eg sigi uppaftur: Planta og væta! GUD GEVUR VØKSTURIN – EISINI Í SÍÐSTU LØTUNI: Lurta ikki eftir Satani. Hann lýgur, tá ið hann sigur: Tað er ov seint. Tað er ógjørligt.

 

TÍ SANNLEIKIN ER: EINKI ER ÓGJØRLIGT HJÁ GUDI! EINKI!

Effie Campbell umsetti