Innbjóðingin til brúdleyp

”Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: »Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!«”
Matt.22,4

 

 

Ein prestafrúa greiddi einaferð frá fylgjandi frásøgn:

 

Ein eldri maður droymdi, at hann doyði.
Einglarnir komu og bóru hann til himmals. Jesus tók sjálvur ímóti honum og eisini mong menniskju, ið vóru farin heim áðrenn hann, tustu saman um hann at bjóða honum vælkomnum heim.

Gamli maðurin mintist brádliga ein persón, hann ikki fekk eyga á nakrastaðni. ”Hvar var George?” spurdi hann.

 

Tá fyltust Jesu eygu við tárum. ”Ongin hevur bjóðað honum,” svaraði Frelsarin.

 

”Oh, gev mær vinaliga loyvi til at venda niður aftur á jørðina eina stutta løtu, so at eg kann geva George eina innbjóðing!” segði gamli maðurin.

 

Í somu løtu, hann vaknaði upp, rann hann beinanvegin heim til tann illsinta og ilskliga smiðin, sum næstan ongin tordi at tosa við.

 

”Eg havi eina heilsan at bera tær frá Jesusi. Hann bjóðar tær til Himmals,” segði gamli maðurin.

 

Fyrst gjørdist smiðurin sintur, men tað endaði í roynd og veru við, at hann tók ímóti innbjóðingini og byrjaði at ganga á Himnavegnum.

 

Tú kanst ikki siga, at tú ikki ert boðin við. Men í dag sendir hann tær enn einaferð eina nýggja heilsan: “… kom í brúdleypið!” Matt.22,4

Tú ert bjóðað(ur) við til eina æviga veitslu og frelsu. Veitst tú, hvussu ofta orðið ”kom” verður endurtikið í Bíbliuni? Ein íðin maður kannaði og fann út av, at orðið ”kom” kemur fyri heilar 479 ferð!
E.Campbell umsetti