Ísrael

Vakurt reisir tað seg, allari jørðini er tað gleði, Zionsfjall, ytst í norðri, staður hins stóra kongs.
Sálmur 48,3

Í ár (1996) eru 3000 ár, síðani Dávid kongur valdi Jerusalem til høvuðstað í Jødalandi.

 

Uttan iva fara stórar broytingar at verða í Ísrael nú eftir valið. Men vit halda, at júst nú fer Gud at sýna seg sum Ábrahams, Ísaks og Jákups Gud, sum stendur fast við orð sítt. Landið er Hansara, og Jerusalem er “veldisdrottins staður”, Den store Konges by, sum tað stendur at lesa í teirri donsku Bíbliuni í Sálmi 48,3.

 

Okkara uppgáva sum kristin er at biðja og ugga, stuðla og hjálpa, sum Harrin leiðir okkum við Anda sínum. Øll Zakarja bók talar týðiliga um Guds ætlan við Ísrael. Tí eiga vit at lesa profetiini, áðrenn vit biðja, so vit kunnu biðja eftir Guds vilja. Bið um, at Heilagi Andin má koma yvir Miðeystur, og at tey hørðu hjørtu mugu blotna og verða reinsað og fáa nýggjan anda sær í bróst. (Ez. 36,24-29)

 

Tað er púra vist, at tað flytur fjøll í andans heimi. Fyri stuttum fóru 15.000 jødar saman til grátimúrin í Jerusalem og bóðu um fyrigeving fyri teirra egnu og landsins syndir!
Anne Lise Madsen. E. Campbell umsetti