Ivast ikki um Jesus

”»Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?« ”
Matt.11,3

Hvør er hann, ið hetta spyr?
Tað er sjálvur Jóhannes doyparin, sum í fangahúsinum er komin at ivast um Jesus. Hann hevði prædikað fyri fólkinum og hevði biðið tey venda um frá syndum teirra, biðið tey gera bót og játta syndirnar fyri Gudi. Við hvøssum orðum hevði hann víst á Guds dóm, um tey ikki fylgdu Guds boðum og bóru heilaga frukt í lívi teirra. Fyri hesa hvøssu talu hevði Heródes, kongur, sett hann í fangahús. Og nú í mótgongdini kom ivin á hann.

Hann, sum var hin seinasti av profetunum – og sum var størri enn nakar av hinum profetunum, ið verið høvdu undan honum – hann, sum var røddin, ið rópaði: slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara – hann, sum var sendiboð fram um nakran til at greiða vegin fyri Jesu gerningi í fólkinum – hann er farin at ivast um Jesus og sendir nú úr fangahúsinum vinir sínar at spyrja hann, um hann er tann rætti, ið koma skal frá Gudi at frelsa mannaheimin.

Soleiðis kann ivin sníkja seg inn á Guds frægu stríðsmenn.

Ivin fær okkum at víkja frá málinum, vit fingu at stevna ímóti; hann fær okkum at vera veik og halda undan í lívsins mótgangi – vera sum aldan, ið fer undan vindinum.(Ják.1,6)

Ivin ger okkum til ómyndingar, sum taka eftir falslótum manna og rekast higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi.

Hann, sum heldur fram við at ivast um Jesus, verður ikki bønhoyrdur – hann missir trúarinnar kraft og hann skal glatast og verða dømdur á evsta degi.

Jesus vil hava vitni síni at vera uttan iva og vera sterk í trúnni.

Jóhannes doyparin fór til Jesus við iva sínum. Jesus vísti honum á Orðið (Matt.11,5 – Jes.35,5), og av Orðinum varð hann staðfestur í trúnni.

Tú, sum ivast, far til Jesus við iva tínum. Um tú vilt hoyra og trúgva orði hansara, skal allur ivi víkja úr hjarta tínum. Tú skalt verða sannførdur um at kunna vitna um, at tey gomlu profetaorðini um Jesus eru gingin út: blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin.
n.