Ja og nei
„»Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín!«“
Luk.22,42
Eitt ja kann merkja lítið ella nógv, men tað “ja”, sum Jesus segði í Getsemane, merkir alt fyri okkum. Orð hansara: “Ikki sum eg vil, men sum tú vilt,” var eitt “ja” til Guds, at hann vildi líða og doyggja fyri syndir okkara.
Dánjal er eitt annað dømi fyri okkum, tá ið tað ræður um eitt avgjørt “nei” til syndina og heimin. Ja, hann og vinmenn hansara vóru so avgjørdir í sínum viðurskiftum við Gud, at teir heldur vildu doyggja enn at gera okkurt, sum var skeivt.
E. Campbell umsetti.
Edvard Poulsen

