Jan Willem van der Hoeven
”Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað. ”
1.Tess.5,24
Jan Willem van der Hoeven er kendur maður. Hann er ættaður úr Hálandi, men hevur búð í meir enn 35 ár í Miðeystri. Hann er maðurin, sum hevur stovnað Internationalu Kristnu Ambasaduna í Jerusalem, og í dag er hann stjóri í The International Christian Zionist Center. Í januar 2008 var hann gestur í Visjon Norge og segði frá ymiskum úr lívi sínum. Pápi hansara var prestur, so Jan hevur hoyrt nógvar prædikur; men einki rein við hann, tað var sum at sletta vatn á gás. Hann hevði ongantíð so frægt sum eina barnatrúgv.
Einaferð kom hann í prát við ein trúgvandi mann, og teir fóru at kjakast um trúnna. “Ja,” segði maðurin, “tað eru 50% møguleiki fyri, at tú hevur rætt, at eingin Gud er til, og tað eru 50% møguleiki fyri, at eg havi rætt, at Gud er til. Eg veit, at eg havi rætt, tí eg havi tosað við hann í morgun, og eg hevði her í verðini ikki viljað skift um við teg. Tú ert eingin glaður maður. Tað finst bara ein máti, tú kanst finna útav, um Gud av sonnum er til. Bið til hansara og bjóða honum restina av lívi tínum.”
Jan tók mannin upp á orðið. Ein dagin, tá ið hann var úti og koyrdi, setti hann bilin út í vegjaðaran og fór at biðja. “Gud, um tú av sonnum ert til – men tað trúgvi eg ikki, at tú ert – so vil eg av hjarta geva tær restina av lívi mínum.” Har hendi einki. “Eg visti tað altíð, at eingin Gud er. Ongantíð aftur skal eg bera meg at sum ein tápulingur, at standa og tosa upp í tóma luft.”
So fór Jan til hús og í song. Hann sovnaði beinanvegin. Mitt um náttina vaknaði hann, tí at hann lá og lovaði og prísaði Gudi. “Hetta var løgið,” hugsaði hann og legði seg aftur at sova. Næstu nátt hendi tað sama. Hann vaknaði, tí hann lá og prísaði Gudi, men hesa ferð við nógv harðari rødd. Triðju nátt hendi tað sama, tá prísaði hann Gudi so kraftiga, at hann mátti siga: “Kæri, kæri Gud, steðga hesum, eg eri bara ein deyðilig menniskja. Likamið og hjartað tolir ikki hesa miklu kraft. Eg havi fingið fullgott prógv fyri, at tú av sonnum ert til, og eg havi lovað tær restina av mínum lívi.”
Hann fór so at lesa teologi; men tað var ein ræðuligur skúli, sum hevði eina bíbliukrittiska undirvísing. Bókstavurin drepur, men Andin lívgar. Jan kom ígjøgnum, tí hann hevði havt eina so sterka uppliving.
Effie Campbell umsetti.