Jesu læra
”Tá svaraði Jesus teimum og segði: »Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg. ”
Jóh.7,16
Hin ævigi algóði Gud sendi son sín í heimin við eini nýggjari læru um, hvussu hann vildi frelsa tað einstaka menniskjað – ja, mannaheimin allan. Henda nýggja læran, var ein læra um at verða frelstur við trúgv. Vit kunnu eisini siga, at Jesus kom frá Gudi og gjørdi ein nýggjan sáttmála millum Gud og menniskju, og hesin sáttmálin var eitt náðitilboð frá Gudi til menniskju.
Hinir skriftlærdu jødarnir skiltu ikki hesa nýggju læruna, tí teir vóru upplærdir í tí gamla lógarsáttmálanum, og øll hugsan teirra um frelsu var fastgrógvin til frelsu við gerningum. Teir flestu søgdu: ”Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?” Og teir søgdu: ”Hann villeiðir fólkið!” Men teir vóru eisini ímillum, sum søgdu: ”Hann er ein góður maður!” Og Jesus sjálvur helt fast við, at henda nýggja læran var frá Gudi – tí sama Gudi, sum jødarnir annars trúðu á.
Enn í dag vilja nógv menniskju ikki taka ímóti hesi nýggju læruna um náðarsáttmálan. Í hugmóði sínum halda tey fast við, at tey toknast Gudi fyri góðu gerningar teirra skuld. Tey halda seg vera meira verd enn aðrir ”stórir” syndarar. Jesus vendir sær eisini í dag burtur frá slíkum og nevnir tey falsarar, órættvís, hástór og kálkaðar gravir – hann vil hava tey at venda um og rópa til hansara í iðran og angist: Harri, bjarga mær! Miskunna mær!
Fyrst tá ið tú sum eitt iðrandi barn í trúgv kastar teg niður fyri Jesu føtur við bøn um syndanna fyrigeving, tá fyrst gerst tú Guds vilja, og tá fyrst kemur tú at ásanna, at læran um náðina er frá Gudi. Við boygdum knøum kanst tú síggja Guds fyrigevandi ásjón. Og við boygdum knøum kanst tú hoyra Jesus siga: ”Far í friði, trúgv tín hevur frelst teg!” Og ”Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara renna løkir við livandi vatni.”