Jesu lyftir

”og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí,
eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« ”
Matt.28,20

 

Hetta eru Jesu lyftir til teirra, sum trúgva á hann: Eg eri við tykkum allar
dagar. Hetta er sum ein sól, ið leggur glæmu sína fram eftir lívsleið okkara.
Hetta er eitt gott orð at leggja sær í geyma, nú vit fara inn í eitt nýtt ár.

Hetta nýggja árið er sum ein bók, har framtíðar lagna tín stendur skrivað.
Men bókin liggur saman, og bert eitt blað í senn sleppur tú at blaða um og
kanst har lesa lívssøgu tína. Hvat man standa á hasum síðum? Hvat fer
framtíðin at veita tær? Ja, hetta veit ongin. Tú veitst ikki so mikið sum,
hvat teir komandi tímarnir fara at geva tær, tíðansheldur morgindagurin
ella dagurin í ovurmorgin ella teir komandi dagarnir. Og tó hevur Harrin
drigið framtíðarslørið so mikið til viks, at ongari sál tørvar at ganga í
myrkri. Hann hevur opinberað okkum, at ”tað er menniskjanum lagað
einaferð at doyggja, og eftir tað er dómur.”

Tað kemur altso ein dagur, tá ið tú fyri seinastu ferð blaðar um og kemur
fram á síðuna, har bert stendur skrivað: ”Deyðin,” og so kemur dómurin.
Eisini hevur hann opinberað, at tveir vegir leiða fram gjøgnum heimin –
annar leiðir fram móti ævigari glatan, og hin leiðir inn til lívið.

Tí ræður um hjá tær at steðga á og spyrja teg sjálvan um, hvørjum vegi tú
ert á. Og hevur tú higartil vanvirt náðina og frelsuna í Kristi Jesusi, so set
nú í hesum nýggja árinum fót tín inn á hin smala vegin, ið leiðir heim. So
vilja Guds lyftir eisini lýsa tær í tí nýggja ókenda árinum: Sí, eg eri við tær
allar dagar.

Jesus er við sínum. Hetta er yvirskriftin yvir hvørji síðu í lívsbókini hjá
einum og hvørjum Guds barni. Hvat annars so afturat stendur á hesum
síðum, veit bert Harrin. Um so hesar síður siga frá eydnu ella óeydnu,
gleði ella sorg, ríkidømi ella fátækt, frælsi ella trongd, myrkri ella ljósi.
Hann er jú við tær. Og hann er ein altvaldandi hjálpari í neyðini, hann er
uggi teirra syrgjandi og hirði teirra burturvilstu. Harrin er sól og skjøldur
hjá øllum sínum. Og tann sólin setur aldri, sjálvt ikki í skugga
deyðaríkisins, og eingir ørvar óndskaparins kunnu bíta á tí skjøldrinum.

Lat hann sleppa at vera við tær í gleði og sorg tíni, í avgerðum tínum og
arbeiði. Allastaðni, har hann er við, má Satan flýggja, og har verður ljós og
friður og frelsa. Ja, Harri, tú mín Gud, ver við mær í hesum nýggja árinum,
fylg mær gjøgnum henda vandafulla heim og far ikki frá mær, tá eg
einaferð skal ganga gjøgnum deyðaskuggans dal.