Jesu tala
”Jesus segði tá við teir tólv: »Vilja tit eisini fara burtur?« ”
Jóh.6,67
Jesu tala fall ofta hansara egnu lærusveinum fyri bróstið, so at mangir tóku sær meinboga av honum og fóru frá honum. Teir høvdu ikki ta rættu trúnna og hildu tí ikki út.
Tað er enn, sum tað var tá, at Jesu orð kunnu tykjast hørð og bonsk. Tey tykjast at seta ov stór krøv til teirra, sum annars vilja fylgja Jesusi. Tey skilja tey ikki, og tí taka tey sær tykni av teimum og fara burtur frá Jesusi.
Hyggja vit út um heimin í dag og kanna Guds kirkjulið, síggja vit tað syrgiliga, at kirkjurnar manga staðni standa so gott sum tómar, altarborðini standa borðreidd sunnudag eftir sunnudag, men tey eru so fá, ið fylgja innbjóðingini.
Tey eru mong, sum einaferð vóru við, men sum ikki hildu út. Orsøkirnar eru bæði ymiskar og mangar. – Jesus hevur ikki bara stríð av mótstøðumonnum sínum, farisearunum og teimum vantrúgvandi, hann hevur eisini ofta stríð av sínum egna lærusveinaflokki. Tá ið hann sær kulda og vantrúgv og synd av ymiskum slag sníkja seg inn í hansara egna flokk, so letur hann sítt orð raka hjørtuni. Tá taka summir sær tikni av orðunum og rýma frá honum, meðan summir ganga í seg sjálvar, venda sær til hansara við iðran og bøn, fáa fyrigeving og verða av honum styrktir til lívsins stríð. Hesir seinnu verða tá betri lærusveinar, enn teir vóru áður.
At Jesu tala var sonn – hin stranga sum hin milda – tað vísti hann langafríggjadag og páskamorgun. Tá stóð Jesus aftan fyri síni orð um hitt tigandi offurlambið, um hirðan, sum læt sítt lív fyri seyðir sínar, og um frelsaran, sum reis upp frá deyða triðja dagin.
Gud gevi, at hvørja ferð, tá ið orðið rakar, at vit tá í staðin fyri at fara burtur frá honum mega kunna svara sum Pætur: ”Símun Pætur svaraði honum: »Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; ”