Jesus er til øll menniskju
”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, ”
Matt.28,19
Gina Gjerme
Vit skulu brúka tíðina at tala og vitna. Tá ið vit ganga í trúgv, er tað Gud, sum hevur ábyrgdina av úrslitinum. Viðhvørt tekur tað tíð; men vit vita, at tað kann taka tíð, frá tí at sáðkornið fellur niður í jørðina, til tað fer at blóma.
Ferð eftir ferð síggja vit í Bíbliuni, at Gud er úti og leitar eftir tí eina. Hann vil, at øll fólk skulu koma til trúgv. Gud hevur hjarta fyri øllum. Tá er eingin lagdur burturúr. Eg misti beiggja mín fyri einum ári síðani undir syndarligum umstøðum. Beint áðrenn hann doyði, fekk hann eitt møti við kristnu trúnna.
Hann sendi eini boð til mammu og skrivaði: „Mamma, veitst tú, hvat ið hendi við mær í nátt? Jesus kom inn á rúm mítt. Hann segði mær alt, sum eg hevði brúk fyri at hoyra. Nú veit eg, at Hann er veruligur, sendur av Gudi. Mamma, tú veitst ikki, hvussu stórt hetta er, men eitt er týdningarmikið: Jesus er ikki bara til tey kristnu. Hann er til øll menniskju!“
Latið okkum brúka orð, sum fólk skilja. Vit skulu brúka so einføld orð, at fólkið á gøtuni skilur, hvat ið hetta handlar um. Jesus sá hin einstaka. Latið okkum vera kirkja, sum sær og hevur áhuga fyri menniskjum. Effie Campbell umsetti.