Jesus fyrigevur tær
”Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni; roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki á tykkum sjálvum, at Kristus Jesus er í tykkum? … Annars, brøður, verið glaðir! Verið fullkomnir, áminnið hvør annan, verið samhugaðir, verið friðsamir! Tá skal Gud kærleikans og friðarins vera við tykkum” (2 Kor 13,5.11).
Fyrst og fremst mugu vit ásanna, at vit av okkum sjálvum ikki kunnu gera nóg mikið fyri syndanna fyrigeving. Arvasyndin er ov stór og álvarsom fyri menniskjað, og Gud er heilagur og góðtekur ikki synd. Einans Gud kann reinsa menniskjað frá synd, við fyrigeving og náði í blóði Kristusar.
”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum” (Jóh 3,16-17).
Tí hevur Jesus myndugleika til at fyrigeva allar syndir menniskjans.
Gud gevur okkum eitt lyfti um, at hann fyrigevur okkum allar okkara syndir, og eingin kann á nøkrum sinni taka tað frá okkum, sum Gud hevur givið okkum.
Longu á triðju blaðsíðu í Bíbliu okkara (1 Mós 3,15) verður tosað um Guds bjarging og fyrigeving fyri mannaættini. Her byrjar fyrgevingartilgongdin, og hon stendur við til Jesu afturkomu.
Vit liva undir Guds náði. Vit fáa vísdóm frá Anda Guds, sum sannførir okkum um synd og um fyrigeving. Vit liva av Guds fyrigeving ígjøgnum Jesu deyða og blóð. Jóhannes doyparin peikaði á Jesus og segði ”Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins” (Jóh 1,29). Lat okkum verða lík Jóhannesi, halda okkum til krossin og peika á Guds lambið, sum ber okkara synd.