Jesus gongur framvið
„Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: »Sonur Dávids, miskunna mær!« “
Lukas 18,39
Sten Sørensen, blaðstjóri
Í Luk. 18,35–43 síggja vit eitt lítið brot av lívinum í Ísrael um hesa tíðina. Páskirnar nærkast, og pílagrímarnir ferðast í flokkum til Jerusalems. Ferðin kundi vara í fleiri dagar, og ofta høvdu tey rabbinarar við sær, sum undirvístu, meðan tey gingu til Jerusalems. Jesus undirvísti á hesi ferðini, og fólkið flokkaðist uttan um hann. Hetta hevur verið ein spennandi ferð saman við Jesusi.
Tað var í mannamúgvuni við vegjaðaran í Jeriko, at tann blindi maðurin sat. Hann hoyrir ljóðið frá mannamúgvuni, og hann spyr, hvat ið hetta er. Hann fær at vita, at tað er Jesus, sum gongur framvið.
Tann blindi fór at rópa: „Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!“ Fólkini, sum hoyrdu Jesus undirvísa, hóttu at honum at fáa hann at tiga, tí hann órógvaði tey. Men hann letur tey ikki steðga sær. Hann veit, at um nøkur sekund er Jesus farin framvið, tí ræður um at kvika sær, so hann rópar nógv harðari. Í grundtekstini merkir orðið eitt skríggj, næstan sum eitt skríggj frá einum dýri.
So steðgar Jesus. Hann bað tey leiða henda blinda til sín! Tað var okkurt í rópinum, sum rørdi Jesu hjarta! Eg haldi, at Jesusi dámar okkara ógvisliga neyðarróp.
Um eitt menniskja hevur brúk fyri einum undri, er tað hesin andin, tey mugu hava. Ein mildur, kenslusamur longsul dregur ikki Guds kraft fram. Men tann brennandi, sterki longsulin úr hjartadýpinum hjá einum menniskja verður bønhoyrdur!
Eg kenni á mær, at eg má rópa út mína neyð og siga Jesusi um mín tørv: „Kom ímillum okkum við størri styrki!!! OKKUM TØRVAR TEG!“
Hesin bíbliuteksturin sigur okkum nógv um Jesus. Hann leggur fúsur eina løtu undirvísingina til viks, sum hann sum rabbi hevði eftir vegnum til Jerusalems. Tað var okkurt, sum hevði størri týdning. Neyðarrópið hjá manninum steðgaði Jesusi, og talan var gloymd.
Fyri Jesus hevði tað størri týdning at fara til verka enn at tala. Orð komu altíð í aðru røð, aftan á gerningarnar. Her var eitt menniskja í neyð. Talan mátti setast á steðg, og tænastan setast í gongd. Soleiðis er Jesus!
Menniskju hávirða ein mann við stórum tonkum, men tey elska ein mann við einum stórum hjarta.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

