Jesus hevur ikki skund

Skrivað: Øssur Kjølbro

"Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala... Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti ognam við tungu hansara. Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: "Effata!"– tað er: Opna teg! Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið" (Mark 7,32-35).

Maðurin hevur óivað verið bæði deyvur og dumbur frá barnsbeini. Ikki minst á teimum døgum var tað ein álvarsom forðing fyri lívsgóðsku, tí hóast hann er saman við øðrum, er tað sum, at hann er púra einsamallur og avbyrgdur.

Jesus lekir mannin, men tað liggur eisini ein boðskapur í tí, Jesus ger allarfyrst. Hann tekur mannin til síðis og vísir honum við fingramáli, hvat hann fer at gera. Vit kunnu siga, at hann boðar honum gleðiboðskapin á tátíðar teknmáli.

Jesus ger ikki so skjótt av, at maðurin ikki megnar at fylgja við. Jesus vil fyrst vinna álit hansara; tað snýr seg ikki um fjøldina, men um henda eina mannin. Jesus møtir honum, júst har hann er, og samskiftir við hann á einum máli, hann skilir.

Tað er hesin sami Jesus, sum vil vera frelsari og harri og vinur og fylgisneyti okkara, og sum vit venda okkum til, tá vit biðja.