Jesus Kristus er Harri

”og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.”
Fil.2,11

 

 

Í einum heimi hekk fylgjandi uppslag á einum brósti.

 

”Jesus Kristus er Harri í hesum húsi, hann er tigandi áhoyrarin til allar okkara samrøður, ósjónligi áskoðarin til alt, vit gera.”

 

Heldur tú ikki, at hetta var eitt eydnuríkt heim? Tá menniskju gera Jesus til Harra og lata hann stýra øllum lutum, so gert ljóst og gott.

 

Um tú ert stinnur í heimssøgu, so minnist tú keisara, Caligula í gamla Rómverjaríkinum. Fólk róptu fagnaðarróp, tá hann kom framat trúnuni, tí tey hildu, at hann fór at verða ein góður og mildur valdsharri. Fyrstu tíðina av hansara stjórnartíð stýrdi hann eisini skilagott; men skjótt fór tað at vísa seg ein mynd av einum ræðuligum bøðili. Eingin kendi seg tryggan móti hansara trongd til morð og rán. Tað endaði við, at hann varð dripin.

 

Vit eiga at umhugsa sera gjølla, tá vit velja, vør skal vera harri yvir okkum. Øll tey ið bjóða seg fram fara at svíkja og skuffa okkum, fyrr ella seinni – øll uttan Jesus. Bert har, hann fær loyvi til at ráða, verður friður og eydna.

 

”… Jesus Kristus er harri …” Fil.2,11

 

Hesi orð koma ofta fyri í Nýggja Testamenti. Millum tey fyrstu kristni í gomlu kirkjuni høvdu tey bert henda setning sum trúarjáttan. Vi fara at klára okkum væl, um bert kunnu hesa – og at liva eftir henni!
Einar Lyngar. E.Campbell umsetti