Jesus leitaði upp og frelsti tey glataðu
„tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.« “
Luk.19,10
Moses Hansen
Vit liva í einari ógvisligari tíð, men tað gjørdi Jesus eisini. Hitt harðrenda Rómaríkið hevði valdið. Hugsa um Heródes, sum sendi hermenn til Betlehems at drepa øll dreingjabørn frá tveimum árum og niður eftir.
Tá ið Heródes hevði føðingardag, fekk kona hansara tað hugskotið, at hon vildi hava Jóhannes doyparan hálshøgdan og høvur hansara sett á borðið á einum fati – mitt undir veitsluni. Og tað fekk hon. Jesus livdi í einari harðrendari og óndari tíð. Samstundis varð Hann spiltur út, spottaður og jagstraður av tátíðar jødisku oddamonnunum – nøkur fá undantøk vóru tó. At enda varð Hann háðaður og sligin við koyrli og krossfestur saman við tveimum brotsmonnum.
Mitt í øllum óndskapinum og myrkrinum misti Jesus ongantíð málið úr eygsjón. Hansara kall stendur stutt skrivað í Lukas 19,10: „Menniskjusonurin er komin at LEITA UPP og FRELSA tey GLATAÐU.“
Gert Grube hevur skrivað eina bøn um hetta við vøkrum og sterkum orðum – eina bøn, sum tú og eg lættliga kunnu gera til okkara egnu:
„Harri, tú ert komin at LEITA UPP og FRELSA tey GLATAÐU. Harri, eg geri tíni orð til mína bøn.
LEITA UPP og frels tey menniskju, sum burturvilst vála um og ikki kunnu finna hvílu.
LEITA UPP tey menniskju, sum eru sovnað vegna materialismu og annað, sum tey eru bundin av.
LEITA UPP og frelst tey menniskju, sum eru bundin til eina sjúkrasong og fegin vilja fara á føtur.
LEITA UPP tey menniskju, sum hava mist hugin at liva.
LEITA UPP og frelst tey menniskju, sum ikki LEITA teg UPP. Harri, LEITA tey UPP, men ger tað varisliga sum ein pápi hevði møtt barni sínum. Vek tey, meðan tað enn er náðitíð. Vís teimum tær naglamerktu hendurnar, møt teimum við kalli tínum. Skapa ein hungur og tosta eftir egna Orði tínum, leið tey aftur til tær gomlu gøturnar. Harri, ger tað júst nú. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

