Jesus livdi eitt kravlítið lív

Jesus, sum livdi í ævigari dýrd heima hjá faðir sínum „men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; “
Fil.2,7

 

 

Hvussu livdi Jesus?

 

Hann varð borin í heim í einum fjósi. Fyrsta vøgga hansara var ein krubba. Sum vaksin var hann saman við fátøkum fólki: útróðrarmenn, tollarar, spedølsk, fátøk, einkjur og børn. Boðskapur hansara var einfaldur og týðiligur at skilja, ja so einfaldur, at teir klóku, átrúnarligu leiðararnir ikki kundu torga hansara eyðmýkjandi avdúkingar.

 

Jesus hevði ongan tørv á at vera fínur ella liva í marglæti. Hann át og svav, tá hetta var gjørligt. Hóast hann kundi gjørt krav upp á alt tað góða, sum lívið her hevur at bjóða, so valdi hann kortini at frásiga sær ta dýrd og marglæti, ið var knýtt til kongavirði.

 

Hansara fyrsta reglugerð til fyrsta evangeliserandi bólk sín var: „Og hann segði við teir: »Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar. “ Luk.9,3

 

Ein av størstu loyndarmálunum við stóru framgongdini, sum brøðurnir og systrarnar frá fyrstu samkomuni upplivdu hekk neyvt saman við hesum, at tey livdu tað einfalda lívið, sum Kristus livdi.

 

Mitt í einum boðskapi um pening minnir Paulus samkomuna í Korint um hesa sannroynd: „Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir.“ 2.Kor.8,9

 

Einfalda, uppoffrandi og tænandi lív Jesu eigur eisini at verða okkara lív: „ … Ikki er tænari størri enn harri hansaran… „ Joh.15,20

Hvør tann sum heldur fast um at ynskja at liva eitt lív í marglæti, hann setur seg sjálvan omanfyri Harranna Harra.

 

At seta okkum sjálvi hægri enn Frelsara okkara er møguliga hin álvarsligasta av øllum syndum, sum vit kunnu gera okkum sek í. Vit hava í yvirflóð og oyðsla óneyðugt. Pierson skrivaði í einum av sínum bókum, at um allir teir lutir úr gulli og silvuri og alt tað nyttuleysa skreyti, ið finst í heimi teirra trúgvandi, varð selt, so hevði tað givið nóg mikið til at smíðja 50.000 skip, fult lastað við Bíblium og trúboðarum og kunna givið hvørjari sál á jørð gleðiboðskapin í einum 12 ára tíðarskeiði.

Men vit eru hjartaleys og líkasæl og hugsa ikki um, hvussu tað skal gangast teimum mongu glataðu í ævinleikanum. Nei, latum okkum fremja Harrans verk. Hann hevur sjálvur sagt: „Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. “ Matt.6,19-21
E.Campbell umsetti