Jesus – okkara fyribiðjari

”Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. ”
Hebr.7,25

 

Anne Grethe, lærari og Per Rasmussen, prestur
Trúboðarar í Etiopia, útsendir av DEM
Ofta hoyra vit prædikur um, hvussu Jesus doyði á krossinum fyri syndir okkara, og at hann tríggjar dagar seinni reis upp aftur. Tað er gott og rætt at hoyra um tað, tí tað er høvuðsinnihaldið – tað týdningarmesta – vit tá sleppa at lurta eftir. Ofta hoyra vit eisini, at Jesus livir í dag, at vit hava ein livandi frelsara, og tí kunnu vit biðja til hansara og koma til hansara við øllum. Júst tí at hann sjálvur gjørdist menniskja og hevur livað her á jørðini sum ein okkara, so skilir hann okkum altíð til fulnar.

Tað er gott ofta at verða mint á hetta. Men er hetta alt, sum er at siga um tað, at Jesus livir í dag? Stundum kunnu vit fáa ta fatan, at Jesus nú er púra óvirkin, ger als einki longur fyri frelsu okkara, at hann hevur tikið seg úr øllum starvi okkum viðvíkjandi og er farin inn í himmalin til Gud, eftir at gerningur hansara var liðugur. Tá ið Jesus reis upp frá deyðum og fór til himmals, setti Gud hann høgrumegin seg, tí har hevði hann eitt starv at røkja. Í Hebrearabrævinum verður talað um, at Jesus við deyða og uppreisn síni bleiv hin fullkomni millummaður millum Gud og okkum. Vit hava ein millummann hjá Gudi. Tað er tað, sum verður sagt í Hebr.7,25.

Tá ið Jesus í dag situr við Guds trónu, so situr hann ikki óvirkin har. Hann situr har og biður – biður fyri okkum – hann ber okkum fram fyri Gud. Hann biður fyri trúgv okkara – biður um at trúgv okkara ikki má tróta. Tá ið ein menniskja kann verða varðveitt í trúnni og verða frelst, so er tað av tí, at Jesus situr hjá Gudi og biður fyri okkum.

Uttan Jesu forbøn eru vit ikki før fyri at standa føst í trúnni. Trúgvin er okkum so fremmand, at vit ikki eru ment at trúgva av okkum sjálvum. Tað er eisini tí, Jesus í Hebr.12,2 verður kallaður upphavsmaður og fullkomnari trúarinnar. Tað er sanniliga Jesus, sum skal hava æruna av trúgv okkara, tí uttan hann og forbøn hansara, eru vit ikki so frægt sum ment at trúgva.

Tí er tað eisini, at tað bara er Jesusar vegna, at ein vegur er opin fyri okkum til Guds. Bara í Jesu navni kunnu vit stíga fram fyri Gud uttan at óttast dóm hansara. Tá ið vit koma í Jesu navni – koma sum tann, sum Jesus kennir, so vita vit, at Jesus longu hevur talað søk okkara hjá Gudi, so vit verða fríkend, av tí at hann sjálvur hevur tikið revsingina. Tað er eitt, sum er vorðið so stórt fyri mær tey seinastu árini, tá ið vit tala um Jesus sum fyribiðjara, og tað er at fara til altars. Undir altargongdini fáa vit loyvi at móttaka Jesu egna likam og blóð, og tað ljóðar til okkara: Takið hetta og etið tað – takið hetta og drekkið tað – gerið hetta til mínar áminningar. Tá ið vit taka ímóti Jesu likami og blóði undir altargongdini, so gera vit tað til Jesu áminningar. Tað merkir, at Jesus minnist til okkara, so hann kennist við okkum. Tá ið vit fara til altars í áliti á orð hansara, so vita vit, at nú kennir Jesus okkum – nú vil hann kennast við okkum – nú eru vit teirra millum, sum eru við í Jesu forbøn. Ja, vit hoyra til teirra, sum Jesus nevnir við navni yvir fyri Gudi og sigur: Hann ella hana mást tú fríkenna, tí eg doyði fyri tey. So stórt er tað, at Jesus er okkara fyribiðjari hjá Gudi!
E.Campbell umsetti.