Jesus veri eftir

”Og hann sigur við teir: »Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!« So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn. ”
Matt.8,26

 

Tað er altíð ein tung stund, tá ið fiskimenn fara avstað. Í teirri løtuni, teir siga farvæl, koma knappliga sovorðnir tankar, sum vit vanliga ikki ganga við í heilum. Og hetta man vera hjá báðum pørtum. Faðirin dugdi kanska betur at halda sær, tá ið sonurin fór avstað, men móðurin orkaði mangan ikki. Og hví gjørdi hin prúði unglingurin so skjótt av, tá ið sagt varð farvæl? Mundi tað oftast ikki vera tí, at hann vildi venda sær á, áðrenn eyguni vatnaðust; hvat hevur havið at bjóða hesa ferð?

Men eitt er, sum gevur lívstreysti og mót til sjómannin so væl sum til heimafólkið. Tað er gudstrúgvin. ”Jesus veri við tær!” – og ”Jesus veri eftir!” –

Hetta eru góð orð, fedrarnir hava lagt okkum í munnin, og sum vit ikki eiga at lata doyggja út, tí betri kunnu vit ikki ynskja hvør øðrum enn at hava Jesus hjá okkum. Og so er hetta ein góður vitnisburður um, at vit ikki skammast við Jesus – ein vitnisburður um, at vit leggja alt lív okkara í hansara hendur. Hann, sum kann gera harðveður til blikalogn, og sum við orði sínum kann verja okkum á lívsins hálu breytum.

Sjómaðurin sær kanska deyðan oftari fyri sær enn mangur annar, men fyri tí er heimamaðurin als ikki tryggari deyðanum viðvíkjandi.

Deyðan hava vit øll at vænta hvønn dag og hvar vit eru stødd. Og um vit hava Jesus við í lívi okkara, nýtist okkum ikki at vera rædd, tí har sum Jesus er, er lív, sjálvt gjøgnum deyðan.

Lat okkum tí ikki vera fátrúgvin og ræðast lívsins harðveður, tá ið Jesus er innanborða – hann sum vit syngja um:

”Um lívsins fjørð og um deyðans grind
tú styrki vár ert á foldum.”
n