Jól í einum indianarareservati í Arizona

Og kongurin skal svara og siga við tey: »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.«
Matt. 25,40

 

 

Jólini í einari indianarakirkju líkjast jólunum manga aðrastaðni við gudstænastu, bíbliulestri og einum krubbuspæli. Vit hava eitt træ, sum menninir eru komnir við. Við stórum kærleika hava kirkjufólkini prýtt tað. Har eru gávur: dukkur, leikutoysbilar, bøkur og teppi, sum kvinnuringarnir hava sent okkum. Teir vísa okkum av sonnum kærleika og umsorgan. Kirkjuliðið kemur við gávum til okkum báðar kvinnuligu trúboðarar.

 

 

Tá ið gudstænastan og samveran vóru liðug, fóru vit báðar heim, móðar og lukkuligar, men eitt lítið sindur sorgblíðar. Dagin eftir var jóladagur, og vit høvdu ikki tíð at baka ella fyrireika nakað til okkum sjálvar. Morgunin eftir sótu vit stillar. Vit kendu okkum rættiliga einsamallar, tá ið vit lótu pakkarnar upp, sum familja okkara og ymsir ringar og feløg høvdu sent. Brádliga vóru vit heilt greiðar um, hvussu langt burtur øll okkara kæru vóru. Sjálvt um Arizona liggur í USA, so kendu vit okkum ógvuliga fremmandar og einsamallar um jóltíðir.

 

 

Hvat skuldu vit gera? Vit vistu tað longu: fara á kafeteria í býnum at eta okkara jóladøgurða, sum árini frammanundan. Úrslitið var ikki av tí besta. Vit høvdu gjørt okkum til og vóru til reiðar til henda langa koyritúrin inn til býin, tá ið vit hoyrdu onkran banka spakuliga upp á dyrnar. Vit lótu upp, og uttanfyri stóð ein lítil indianaragenta, sum búði í húsinum uppi á heygnum. Hon smíltist, eygu hennara strálaðu, tá ið hon segði: “Mamma biður tykkum báðar koma at eta jóladøgurða saman við okkum. Gerið so væl og skundið tykkum.” Hon var longu á veg niðan á heyggin, tá ið eg fekk sagt: “Jú, túsund takk. Vit vilja koma.”

 

 

Í húsinum á heygnum, sum bert hava tvey rúm, býr Charlene Cody og hennara seks smáu børn. Maðurin er rýmdur heimanífrá, og nú strevast hon at halda øllum uppi einsamøll. Einasta hjálp hennara er ein lítil vælferðar kekkur. Hóast okkara lítla samfelag bjóðar bæði innlagt vatn og el-streym, hevur hon ikki ráð til sovorðið. Fyri nøkrum mánaðum síðani byrjaði frú Cody at koma í kirkju. Ikki vardi leingi, til hon tók ímóti Jesusi sum sínum Frelsara. Nú vísti hon Guds kærleika, við tað at hon býtti sín jóladøgurða við okkum.

 

 

Tá ið vit vóru á veg niðan á heyggin, gjørdust vit bilsnar, tí vit sóu fleiri onnur fólk ganga somu leið. Tá ið vit komu inn í heimið, sum var so skínandi reint, gjørdust vit enn bilsnari. Borðreitt var, og øll skuldu sjálv ganga og fáa sær úr íløtunum. Á einum longum beinki stóðu íløt við kalkun, súltutoyi, sós, grønmeti, nýbakaðum breyði og dessert. Tey elstu børnini stákaðust. Gleði teirra yvir at kunna býta við onnur var vøkur at síggja.

 

 

Tað vóru bert fá, sum fingu sitið við hitt lítla borðið, so restin noyddist at sita á songini, á gólvinum ella uttanfyri. 32 fólk ótu døgurða tann dagin. Mong teirra høvdu, júst sum vit, ikki fingið nakað serligt til matna jóladag, um tað ikki var fyri hesa familjuna, sum ofraði sína tíð og pengar at gleða onnur.

 

 

Tá ið vit boygdu høvur at biðja borðbønina, kendi eg, at eg ikki longur var einsamøll. Sjálvt um hinir gestirnir vóru av einum øðrum ættarslagi og høvdu aðra mentan og tosaðu eitt annað mál, kendi eg meg ikki fremmanda. Hetta vóru tey glaðastu jólini, eg nakrantíð hevði havt.

 

 

Henda lítla frásøgnin nýtist ikki at enda her, tú kanst føra hana víðari. Okkurt einsligt menniskja býr í nánd av tær. Hví ikki gera okkurt serligt fyri tað ella fyri fleiri menniskju hesi jól? Být títt heim og tín jóladøgurða við tey. Og meir enn nakað annað: verið felags um ta stóru jólagávuna, Jesus Kristus.

Jo Ann

Effie Campbell umsetti