Jól í Korea

”Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. ”
Matt.6,33

 

 

W. F. Miller
Hin besti av øllum døgum nærkaðist, tá ið vit skuldu minnast og hátíðarhalda Jesu

Kristi føðingardag. Øll vóru líka spent. Børnini á barnaheiminum vóru ágrýtin eftir

at læra sín part av jólaskránni.

 

Vit høvdu bílagt jólagávur og góðgæti saman við matvørum úr Seoul, 240 míl

hiðani. Hetta var einasta stað, ið til bar at fáa tað – og tað við toki. Tað gjørdu vit

tríggjar vikur undan jólum, og ta fyrstu vikuna hendi einki. So fóru starvsfólkini í

tokinum í verkfall. Ein vika gekk, og ein afturat, og jólaaftan nærkaðist. Eg

súkklaði yvir á jarnbreytarstøðina, sum lá ein míl frá heimi okkara í Milyang. Men

einki tok hevði verið har, og heldur ongar matvørur, jólagávur ella góðgæti. Eg

súkklaði heim aftur. Kona mín møtti mær á gáttini. Hon spurdi: ”Hevur einki tok

verið?” – ”Nei,” svaraði eg, ”og stjórin har visti ikki, nær eitt fór at koma.” –

”Hetta fer at verða eini ber jól,” segði kona mín. Vit høvdu næstan einki í

húsinum, eitt sløð av mjøli og rísi, tað var alt.

 

Eg royndi at líva hana upp og segði: ”Mín Gud hevur enn ongantíð svikið

okkum.” Men sjálvt meðan eg segði hetta, kendi eg meg tungan í huga. So kom

orð Harrans til mín: ”Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt

hetta verða tykkum givið umframt.” (Matt. 6,33) Gud segði ”alt hetta” – hvat

fevnir tað um? Var hetta eisini galdandi fyri tað, vit høvdu bílagt og bíðaðu so

ágrýtin eftir. Vit skuldu hava hátíðarhaldið saman við børnunum.

 

Dagin eftir, jólaaftansdag, fór eg tíðliga upp, langt áðrenn tað lýsti, og súkklaði

yvir til tokstøðina. Aftur fekk eg sama svar: ”Her hevur einki tok verið, og eg veit

ikki, nær nakað kemur.” – Eg fór undir at biðja: ”Gud, hvat skulu vit gera?” Eg

minti Hann á, at Hann hevði lovað at vera við okkum alt til veraldar enda. Sólin

dagaði í eystri. Kona mín kom aftur ímóti mær. Eygu hennara vóru táravát. ”Hvat

skulu vit gera? Hvat skulu vit siga við børnini?”

 

Eg svaraði: ”Góða, Gud hevur enn ongantíð svikið okkum.” Vit fóru inn, lósu í

Guds orði og fullu á knæ. Vit áttu eingi orð – vit bara grótu. Meðan vit lógu har,

bankaði á dyrnar. Har stóð ein lítil koreanskur drongur við einari kurv við eggjum.

Eg segði við konu mína: ”Gud hevur ikki svikið okkum – vit hava egg á jólum.”

Aftur fullu vit á knæ, hesa ferð fyri at takka Gudi fyri eggini. Aftur var onkur, sum

bankaði á dyrnar. Vit kvikaðu okkum út – trúgv okkara vaks. Tað var ein ungur

koreanari. Hann rætti okkum ein stóran pakka, innballaður í avíspappír. Eg tók

hann og legði hann á køksborðið, og tá ið eg gjørdi tað, livdi okkurt innan í

honum. Kvikliga læt eg pakkan upp – hetta var ein stórur fiskur upp á 10 pund.

”Sært tú,” segði eg, ”Gud svíkur okkum ikki.” Og aftur máttu vit takka Harranum.

 

Meðan eg kruvdi fiskin, var onkur uttan fyri dyrnar, sum rópti á japanskum. Eg

hugdi út. Tað var politimeistarin.

 

Vit vóru í Korea undir hópdrápunum. Vit vórðu handtikin og hildu, at hann var

komin at handtaka okkum aftur, men so var ikki. Hann segði: ”Eg eri komin við

einari gávu, av tí at eg veit, at tað er føðingardagurin hjá tykkara Gudi. Eg eri

nýliga sendur til hesa sóknina, og eg vil, at tit skulu vita, at eg seti arbeiðið hjá

tykkum trúboðarum høgt, og eg vil fegin vera vinur við tykkum.”

 

Hann hevði ein koreanskan mann við sær, sum bar tríggjar kassar. Hann spurdi,

hvar hann skuldi seta teir. Eg bað hann seta teir inn í gongina. Eg takkaði

hjartaliga og fór eftir hamaranum og fór undir at lata kassarnar upp. Mandarinir

vóru í øllum køssunum. Vit vóru ovurkát av gleði og fylt við tøkk til Harran. Hetta

var tað reina luksus fyri tey smáu koreansku børnini. Vit taldu tær. Har vóru 320

mandarinir. Tað var ríkiligt til øll børnini og nakrar til okkum eisini.

 

Eg havi etið nógvar góðar jóladøgurðar, men ongantíð nakran betri enn henda,

sum var egg, fiskur og mandarinir.

 

Mong ár eru farin síðani tá, men Gud hevur heldur ongantíð svikið okkum

síðani.

Gleðilig jól øll somul.

”Kirkeklokken” 1969.

Effie Campbell umsetti.