Jólanna boðskapur

Chr. C. Svendsen, blaðstjóri

“Hvar er nýføddi jødakongurin?” Matt. 2,1-12 Hetta var spurningurin, sum vísu menninir settu, tá ið teir komu til Jerusalems. Hvørji vóru hesi klóku fólkini? Hildið hevur verið, at hetta vóru trý umboð fyri heidningafólkini. Vit vita tað ikki við vissu, og um teir vóru tríggir ella fleiri, verður heldur ikki sagt.

Helst eru hetta eftirkomarar hjá teimum jødum, sum 500 ár frammanundan vórðu riknir út úr landi sínum av herum Nebukadnezars, tá ið Bábel hertók landið, legði templið í oyði og herleiddi meginpartin av fólkinum.

Knapt hundrað ár seinni vendi ein lítil partur aftur og bygdi Jerusalem uppaftur, men meginparturin varð verandi í Bábel, har teir sum frá leið bygdu ein lærustovn fyri jødisku trúnni, ein stovn, sum fekk avgerandi týdning fyri, hvussu jødafólkið mentist. Her vórðu skriftirnar gjølla granskaðar, og har sum Guds orð verður granskað heilhugað og reiðiligt, er møguleiki fyri opinbering.

Teir hava verið kunnugir við støðini í Gamla Testamenti, har sagt verður, at ein kongur skuldi føðast, ein, sum skuldi bjarga fólkinum. Eitt av teimum støðunum, sum teir óivað hava lisið, er 4. Mós. 24,17:
“Stjørna rennur upp av Jákupi, veldissproti (kongespir) rísur av Ísrael.”

Men tað munnu helst vera fleiri onnur brot í Skriftini, sum hava givið teimum íblástur. Og tá ið tíðin var komin, at hesar søguligu hendingar skuldu ganga út, virkaði Heilagi Andin millum hesar skriftgranskarar. Ein dagin sóu teir hesa óvanligu stjørnuna, og hesir lærdu menn hava skift orð um hetta fyribrigdið. Ein lítil sendinevnd varð vald at fara til Jerusalems. Teir fingu gávur við til nýggja kongin og fóru avstað, fram við Evfratánni, gjøgnum oyðimarkarlendið og norðanífrá komu teir inn í landið, fram við Megiddo-skarðinum og víðari til Jerusalems.

Hvussu leingi vóru teir ávegis? Minst einar tvær vikur. Trúgvin og vónin bóru teir fram. Í Jerusalem fóru teir beinanveg at spyrja eftir nýfødda konginum. Men fólk í býnum vistu einki. Vísmenninir søgdu, at teir høvdu sæð stjørnu hansara í Eysturlondum, og nú vóru teir komnir henda langa veg at tilbiðja henda framúrskarandi persónin. Tá ið Heródes kongur hoyrdi, hví hesir fremmandamenninir vóru komnir til Jerusalems, gjørdist hann ræðslusligin. Men hann sópaði ikki alt av borðinum sum tvætl, tí tær gomlu skriftirnar høvdu stóra ávirkan í tí jødiska fólkinum. Hann kallaði teir skriftlærdu í býnum til sín og setti teimum spurningin: “Hvar eigur Kristus at verða føddur? Hvat stendur skrivað?”

Hesir skriftlærdu menn góvu kongi eitt greitt svar: “Í Betlehem – tí profeturin skrivar: Tú Betlehem, Judalands, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Juda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael.” Tá ið Heródes hoyrdi tað, sendi hann í loyndum boð eftir vísmonnunum og fregnaðist um, nær teir fyrstu ferð høvdu sæð stjørnuna. Hann mundi halda, at hann harvið fekk roknað út, hvussu gamalt barnið var nú.

Hann bað vísmenninar finna barnið og koma aftur og siga sær, hvar ið hesin kongur var, tí hann vildi eisini fegin koma og tilbiðja hann. Men hann leyg, hann hevði svik í huga. Hann hevði duldar ætlanir. Heródes trúði eftir øllum at døma orðum profetsins; men hann gjørdi skeivar niðurstøður. Hjarta hansara var ikki rætt mótvegis Gudi. Tað er ikki nóg mikið at vita um Guds orð. Hjartað skal stillast á sannleikan. Tá ið vísmenninir aftur komu út í tún, máttu teir ásanna, at har spurdist einki burturúr. Og teir høvdu ongan at leiðbeina seg. Men tá sóu teir brádliga stjørnuna, sum teir einaferð høvdu sæð í Eysturlondum, og teir vórðu heilt avbera glaðir.

Hesir menn vildu finna Jesus, sum er vegurin, sannleikin og lívið. Og teir funnu hann. Stjørnan gekk undan og vísti teimum veg. Her kunnu vit læra nakað týdningarmikið. Um tú fylgir tí ljósi, tú hevur, verður tú førdur víðari eftir tí rætta vegnum, sjálvt um tú kemur til eitt stað, har alt tykist vónleyst. Tað er Jesus, sum er svarið í lívi tínum.

Teir funnu fram til húsini, har barnið var. Teir bóru tí gávur sínar, og teir tilbóðu kongin.

Síðani skuldu teir venda aftur og geva Heródesi boð. Men hesir menn vóru kenslusamir í andanum – tað var tí, teir vóru vísir. Gud kundi ávara teir, so at teir ikki leitaðu Heródes upp, og teir fóru beinanvegin aftur til land sítt.

– – –

Jesus er kongurin. Fyri føðing hansara segði ein eingil við móður hansara: “Navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Gud Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.” Luk. 1,31-33.

Í kristna kirkjuliðinum hava vit lagt dent á, at Jesus bøtti fyri okkara syndir við blóði sínum. Og hetta er ein týdningarmikil sannleiki. Hetta er byrjanin í evangeliinum, gleðiboðskapinum. Men vit mugu ikki gloyma endan. Vit skulu minnast, at hann er kongur. Hann kemur aftur at seta seg í hásæti sítt í Jerusalem. Hann kallaði Jerusalem “veldisdrottins staður”, danska Bíblian sigur: “Den store konges by”. Tað var tað, sum einaferð byrjaði í Betlehem. “Kirkeklokken”. E. Campbell umsetti.