Jólini eru um Jesus

“Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir
løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru
tí gávur: gull og roykilsi og myrru. ”
Matt. 2,11.

Hann varð borin í heim í teimum mest lítillatnu umstøðunum, og kortini
var himmalin yvir honum fullur av einglasangi. Føðistaður hansara var
eitt fjós, og kortini komu ríkir og mætir menn ferðandi í túsundatali av
kilometrum at tilbiðja hann, av tí at ein stjørna vísti teimum leið.
Føðing hansara var ikki sum barnsburðir flestir, og deyði hansara var
ikki, sum deyðin er vanur at vera, og kortini er einki undur størri enn
føðing hansara, hansara lív, hansara deyði, hansara uppreisn og hansara
undirvísing.

Hann átti ongar kornakrar ella aliringar, og kortini borðreiddi hann til
5.000 menniskju, og bæði breyð og fiskur lupu av. Hann gekk ongantíð á
dýrum teppum, og kortini gekk hann á sjónum, og aldurnar styðjaðu
hann. Krossfesting hansara var illgerðin yvir øllum brotsgerðum, og tað
kundi ikki eftir Guds meining gjaldast minni fyri frelsu okkara.

Tá ið hann doyði, vóru tað fá, sum syrgdu, og kortini legði Gud ein
svartan kappa uttan um sólina. Teir, sum krossfestu hann, skulvu ikki av
tí teir gjørdu, og kortini skalv jørðin undir teimum. Syndin kom honum
ongantíð nær. Rot kundi ikki raka kropp hansara. Jørðin, ið fargaðist reyð
av blóði hansara, kundi ikki krevja støv hansara.

Í trý ár prædikaði hann evangeliið. Hann skrivaði onga bók. Hann
hevði onga høvuðsstøð. Hann stovnsetti ongan felagsskap, og kortini er
hann ein høvuðspersónur í søgu mannaættarinnar, tað áhaldandi
umrøðuevnið í øllum prædikum, tøppurin, sum øldirnar snara seg um, og
hann er einasti Frelsarin hjá okkum menniskjum.

Latið okkum í hesari tíð við øllum hennara gávum og veitslum geva
okkum í part við teimum vísu monnunum, sum “… løgdust á knæ og
tilbóðu tað …” Matt. 2,1. Latið okkum ikki gloyma, at jólini eru um
Jesus!
“… et Ord til Dagen”  Effie Campbell umsetti