Kallið
„Spyr tó fyrst, hvat Harrin sigur. “
1. Kong. 22,5& 2. Krøn. 18,4
Ja, tað er av alstórum týdningi, at vit spyrja Harran, hvat ið vit skulu velja í øllum lívsins viðurskiftum. Tí Hann veit best. Hann hevur lagt ymisk evni niður í okkum, og skulu tey koma til sín fulla rætt, mugu vit velja beint. Tað umfatar allar støður í lívinum: útbúgving, hjúnafelaga, bústað o.so.fr.
Fyri árum síðani, tá ið vit øll keyptu og lurtaðu eftir kasettu bondum, keypti eg fýra bond, har norðmaðurin Einar Lundby talaði. Hesin maður var lækni, men hann man vera best kendur sum prædikumaður. Hann var høgt í metum sum ein Harrans boðberi og sálarhirði. Hansara boðskapur var ikki tóm orð, men eitt lív í nærsamband við tann Harra, sum hann livdi fyri og tænti.
Í einari talu síni nevndi hann nakað, sum eg ongantíð havi kunnað gloymt. Hann greiddi frá, at hann, sum tá var ein unglingi, hevði verið á einari legu. Nógvir unglingar góvu tá Jesusi lív sítt og vildu brúka tað í Hansara tænastu. Fleiri ætlaðu sær út í heidningalond at bera hin glaða boðskapin.
Í tokinum á veg heim aftur sat hann og bað. Hann hevði eisini ætlað sær út, har Jesus ikki var kendur, men hann visti ikki rættiliga hvar. So bað hann til Harran og segði: „Harri, sig mær, hvar skal eg fara fyri teg? Nú lati eg Bíbliu mína upp og peiki á okkurt skriftstað, lat tað so vera títt svar til mín.“
So læt hann eyguni upp og sá, at hann var komin niður á Ezekiel 3,11. Høvuðsinnihaldið í hesum versi er: „ og far … til landar tínar og tala til teirra og sig við teir: So sigur Harrin, drottin! – hvørt teir lýða á ella ikki. “
So hevði hann fingið greið boð um, at hann skuldi virkað í egna landi sínum og ikki teirra millum, sum høvdu eitt fremmant mál.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

