Kallið at arbeiða í víngarðinum

“»Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.”
Luk. 10,2

 

 

Um henda sangin skrivar høvundurin, Hjalmar Hansen, soleiðis:

 

Eg var á veg til eitt korps í Oplandi, har eg skuldi standa fyri møtunum, sum skuldu vera hvítusunnudagarnar. Í tokinum hvítusunnuaftan fekk eg henda sangin frá Gudi.

 

Offiserurin og kona hansara vóru bæði tvey óførir sangarar. Tey vandu sangin og sungu hann fyrra hvítusunnudag á fyrrapartsmøtinum.

 

Tá ið møtið var um at vera liðugt, kom ein kvinnuligur soldátur fram og bað um forbøn. Hon greiddi frá, at hon í fleiri ár hevði kent, at hon átti at verið við í sunnudagsskúlaarbeiðinum; men hon hevði latið vera fyri ikki at gerast so bundin. Hesin sangurin, sum júst varð sungin, hevði tó havt eina so stóra ávirkan á hana, so at hon nú kom fram at ofra seg fyri sunnudagsskúlaarbeiðið.

 

Var tað av tilvild, at eg júst skuldi skriva handa sangin, beint áðrenn eg fór at vitja hatta korpsið, ella var tað Gud, sum skipaði fyri tí, so at hann bleiv skrivaður júst tá? Jú, tað var helst Gud, sum leiðir og stýrir øllum, sum stílaði fyri tí.

E. Campbell umsetti