Kesarea Filippi

“Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri, mildur og góður hin rættvísi er.”
Sálm.112,4

 

 

Í bók síni um dreym og veruleika sigur Kjellaug Orvik frá einari konu, sum leitaði eftir Gudi, hon var ein søkjandi sál, sum vit plaga at taka til. Hon arbeiddi sum granskari, og sjálvandi var hon ómetaliga vitug og visti ein hóp. Men á tí andaliga økinum var hon við undirlutan – hóast alla sína vitan!

 

Men hon var ærlig og hungraði av sonnum eftir einari loysn. Tað mundi eisini vera tað, sum gjørdi allan munin í lívi hennara. Júst her svíkur tað hjá teimum flestu menniskjum: Tá ið tað ræður um tað æviga og tað, tú ikki kanst taka og nema við, yppa tey flestu bara øksl og lata sær lynda. Tey sættast við viðurskiftini, sum tey eru og lata bara lívið ganga sína skeivu gongd.

 

Men Skriftin sigur: “Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri!” Og víðari: “Leitið, so skulu tit finna, bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum!” (Sálm. 112,4 og matt. 7,7)

 

Eina náttina droymdi hon, at hon gekk eftir einum vegi. – Skjótt møtti hon einum persóni, sum steðgaði henni og spurdi: “Vilt tú fegin fáa eitt navn at vita?” – “Ja, fegin,” svaraði hon. – “Kesarea Filippi!”

 

Tá ið hon vaknaði, var hon beinanvegin greið um, at hetta løgna navnið hevði okkurt við Bíbliuna at gera. Men, men – hvussu skuldi hon leita seg fram til tað? Hon var nevniliga heilt ókend í tí bókini.

Men so skjótt hon fekk hendur á eina Bíbliu, læt hon bókina upp bara onkustaðni. Eyguni festust tá beinanvegin við tað 13. versið í Matteusi 16. Og hon las:

“Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?”

Bilsin og rørd las hon víðari:

“Men teir søgdu: “Summir siga: Jóhannes doyparin, summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.” Hann sigur við teir: “Men tit, hvønn siga tit meg verða?” Tá mælti Símun Pætur og segði: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.” Men Jesus svaraði og segði við hann: “Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlinum.”

Guds orð greip beint inn í ta neyð, henda konan var í, og skapaði kollvelting í lívi hennara. Gjøgnum henda sannførandi dreymin gjørdist hon var við, at Skriftin langt síðani hevði svarað brennandi spurningi hennara. Tað hendi fyri skjótt 2000 árum síðani. Tað hendi í Kesarea Filippi!

Á, sum tað er undurfult, gevandi og áhugavert! Guds orð hevur við veruleikan at gera! Skuldi tú ikki eisini vent tær til hansara?

E. Campbell umsetti