Keyp eitt kort
„Men tann, sum hevur heimsins góðs og sær bróður sín líða neyð og letur
hjarta sítt aftur fyri honum, hvussu kann tá kærleiki Guðs verða verandi í
honum? “
1.Jóh. 3,17
William Carey, ein skósmiður í Onglandi, plagdi at hava eitt kort yvir India
og Kina á vegginum í verkstaði sínum. Meðan hann bøtti skógvar, hugsaði
hann um tær glataðu sálirnar í hasum londunum, bað fyri teimum og græt.
At enda fór hann sjálvur út til heidningarnar og varð tað amboðið, sum
gjørdi, at fólk í túsundatali blivu frelst.
Vit skjóta upp, at tú tekur eitt kort ella ein globus og breiðir út Guds verð
fyri eygum tínum. Hugsa eina løtu um tey ómetaligu stóru økini, har
Kristus er ókendur. Hav miskunnsemi við milliónunum, sum liva í blindni.
At liva sum kristin merkir at leggja lag í allan heimin.
Tey kristnu eiga at vera við til at hjálpa menniskjum í teimum
kommunistisku og islamisku londunum – ikki við kropsligari megi – men
við bønum okkara, sum røkka fram til ta himmalsku trónuna. Gud vil tá
svara við at senda kraft og styrki til tey trúgvandi, sum líða fyri Jesu navn.
Skriftin sigur: „Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við …“ 1.Kor. 12,26
Um vit bert fáa eitt sandkorn í eygað, hugsar alt likamið um hesa pínuna,
til hon er horvin. Hvussu mikið meira skuldu vit tá ikki komið teimum
líðandi kristnu til hjálpar?
Jesus bjóðar okkum at hjálpa okkara næsta og vísir á, at næstin er hann,
sum er fallin í ránsmannahendur (Luk. 10,30), hann, ið líður neyð, og
skriftin sigur, at vit serliga skulu taka okkum av teim trúgvandi. Tí hava vit
kristnu skyldu at hjálpa. Ja, “kærleikin noyðir okkum”.
Harumframt sigur skriftin í 1.Jóh. 3,17: „Men tann, sum hevur heimsins
góðs og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum,
hvussu kann tá kærleiki Guðs verða verandi í honum? “
Latum okkum ikki elska í orði, men í verki og sannleika.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

