Kletturin

”Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur. ”
Jes. 26,4

 

Ævigur klettur! Hevur hetta ikki ein boðskap til okkara tíð? Allur heimurin er vorðin sum eitt sjóðandi gosfjall. Grundin dandar undir fótum okkara. Menniskju líta bangin íkring seg at finna trygt fótafesti.

 

Menniskjanslig ráð er ov mikið av, men eingin lítur longur á tey. Tey hava svikið so ofta, at fólk hava mist álitið á teimum. Men her er eitt orð, ikki frá menniskjum, men frá tí livandi og sanna Gudi.

 

Og orðið talar um ein ævigan klett. Tað vil jú siga um ein klett, sum ongantíð svíkur, sum heldur í øllum førum, í lívi, í deyða, heilt inn í ævinleikan. Ein klettur, sum vit altíð kunnu líta á um allar ævir. Tað ljóðar sum eitt ævintýr, men er kortini satt. Gud hevur sjálvur ábyrgdina av tí, og fólk í túsundatali kunnu av egnum royndum játta tað.

 

Hoyr vitnisburðin hjá Dávidi í gomlu pakt: “Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti føtur mínar á klettin.” Sálm. 40,3. Tú kanst kanska stilla teg undir liðini á Dávidi við sama vitnisburði. Tú vart sokkin niður í undirgangsins djúpi, í tí skitna syndarinnar botnleysa díki. Í neyð tíni rópti tú á Harran. Hann miskunnaði tær og dró teg upp úr undirgangsins djúpi og legði frelsunnar klettagrund undir føtur tínar. Hevur tú ikki upplivað tað, kanst tú uppliva tað júst nú.

Frelsunnar klettagrundin er løgd føst og æviga trygt. Men eingin okkar fatar, hvat ið tað hevur kostað. Hoyr! “Eg eri sokkin í botnleyst díki, og einki er fótafesti.” Sálm 69,3. Soleiðis noyddist Jesus at gremja seg, hann, sum sjálvur er hin ævigi kletturin. Sokkin niður í okkara syndaskitna díki, gjørdur til synd fyri okkum. Gud var farin frá honum. Hann hevði ongan blett, har hann kundi seta fót sín. Men tá varð hin klettagrundin løgd, har ein syndari nú kann hvíla í ævigari trygd.

 

Tú mína vegna kendi tá,

at Gud var farin burt tær frá,

so hann frá mær ei fara skal

um deyðans myrka, tronga dal.

 

Til fánýtis hevur tú roynt at komið upp á henda trygga klettin. Men hoyr! “Á fjallið (á donskum “en klippe”), ið mær er ov høgt, tú leiði meg upp!” Sálm. 61,3b. Rópa á Harran í neyð tíni sum Dávid, og skjótt skal hansara vitnisburður gerast tín: “Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti føtur mínar á klettin.” Sálm. 40,3.

 

Men enn hevur tú ikki lært Harran at kenna sum ein ævigan klett, tað vil siga ein klett til eina og hvørja tíð, undir øllum viðurskiftum. Enn kanst tú koma fram á ymiskt, sum fær teg upp á gos. Kanska kennir tú ikki enn loyndarmálið hjá fjallagrevlinginum. “Fjallagrevlingarnir, eitt stimburlítið fólk, og tó gera teir sær hús í klettunum.” Orðt. 30,26. Fjald í klettinum, Kristusi, eru vit trygg móti øllum fíggindum, eisini móti baktali av monnum. Sálm. 31,21.

 

Tað verður sagt frá einum enskum parlamentslimi, at hann ein dagin varð ógvisliga og órættvíst álopin í parlamentinum. Øll vóru stórliga bilsin, tí hann svaraði ikki við einum orði; men tá ið tænarin aftaná fór at rudda, fann hann á plássinum hjá umrødda manni eitt pappírspetti, har skrivað stóð við blýanti:

 

Klettur, klovin fyri mær,

lat meg fáa lívd hjá tær!
Trýst og hoyr

 

Á, um alt Guds fólk kendi hetta goymistaðið í klettasprunguni. Hvussu nógv hevði ikki tá sæð øðrvísi úr í kirkjuliðunum í dag? Men vegurin inn hagar er jú trongur: “Tit eru deyðir, og lív tykkara er fjalt við Kristi í Gudi. 2 Kol. 3,3. Vit kunnu ikki fáa okkum sjálv við inn. Men tann, sum hevur sagt ja til deyðan við Kristusi, kann fara inn gjøgnum tað skrædda forhangið. Hebr. 10,19-22. Og tá fer hann at fáa eina djúpara sannføring av tí tryggu hvílu, kletturin gevur.

E. Campbell umsetti