Kongaligu boðini (Kongur 18:19)

Hann stendur nú á Oljufjallinum og rættir út hendur sínar og signar lærusveinar sínar. Har á Oljufjallinum gevur hann øllum lærusveinum sínum kongaligu boðini: ”Og hann segði við teir: »Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva: í navni mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka um ormar; og um tey drekka okkurt eiturbland, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.« ”
Markus 16,15-18

 

Hetta kann henda hjá tær í dag. Tí vald Kongsins er veruligt, og einki kann sammetast við mátt hansara. Trúgv á Kongin, Jesus. Tak ímóti honum sum tínum Frelsara og Messias.
Effie Campbell