Kongur doyr (Kongur 17:19)

Ólavsøka

 

 

”Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: »Tað er fullgjørt!« Og hann boygdi høvdið og gav upp andan.”
Jóh.19,30

 

 

Altíð er stór sorg, tá kongar doyggja. Tá norski kongurin, Olav 5. – ikki at blanda við kong Ólav hin Halga, sum okkara tjóðarhátíð, Ólavsøkan, verður hildin til heiðurs fyri, tá hann doyði undir slagnum við Stiklastað hin 29.juli 1030 – doyði í 1991 gjørdist stór landasorg í Noregi. Alt hovið klæddist í svart. Gøturnar í Oslo vóru skrýddar við svørtum vimplum og svørt hermerki, ið hungu út úr handlum og húsum framvið vegunum. Fólk syrgdu. Fólk gingu runt við svørtum bondum uppi á sær – kongur var deyður.

 

Tá Jesus – okkara kongur doyði, var tað eingin, ið klæddi høvuðsstaðin í svart. Eingir svartir vimplar ella nakað annað yvirhøvur. Har var eingin, ið hevði hugsað um kongin, sum tá doyði í Jerúsalem. Men Gud Himinsins klæddi alt himnarúmið í svart og í syrgibúna, tí tað var Kongurin, ið doyði. Bíblian sigur: ”Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns. ” Mark.15,33

 

Tá Kong Ólavur 5. á sinni doyði, vórðu loyst av 21 kanónskot á skansanum, Akershus – ein heilsan til heiðurs fyri kæra deyða kong okkara. Soleiðis er tað siður at gera, tá statsleiðarar fara hiðani. Eingin gjørdi hetta í Jerúsalem, men himnanna Gud tók sær av skotrøðunum og fagnaðinum.

 

Vit hoyra: ”Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: »Sanniliga var hesin sonur Guðs!« ” Matt.27,51-54

 

Tá kongurin doyði, var tað við einum kongligum rópi, sigursgleði. Tað var ikki eitt róp av ósigri, tað var ikki eitt vónloysis suff, men tað var hinvegin eitt róp av sigursgleði, sum náddi upp til bústaðir Himinsins, og skotraði seg niður í myrkur helvitis, og sum eisini kom inn í heimin og inn í okkara tíð, og rópið ljóðar enn tann dag í dag. Tað ljóðar allastaðni kring jarðarknøttin.

 

Tað var eitt kongaligt róp. Hann hevði sigrað. Hann hevði framt tað, hann hevði borið okkara syndir, hann hevði verið førur fyri at gera tað. Hann var nær deyðanum í Getsemane, hann var deyðanum nær, tá hann gekk á Via Dolorosa, hann var deyðanum nær, tá teir pískaðu hann, hann var deyðanum nær longu áðrenn teir fingu hann hongdan upp á krossin. Men nú hevði hann fullgjørt tað – hann náddi krossin.

 

”Hann bar syndir og sjúkur okkara upp á krossin” sigur Skriftin. Tá andaðist hann við einum sigursrópi: ”Tað er fullgjørt!” Tá sakk hann niður og gav upp andan.

Effie Campbell umsetti