Kongur verður krýndur (Kongur 15:19)

”Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann,”
Jóh.19,2

 

 

Jesus stendur framman fyri Pilatusi. Landshøvdingurin sær beinanvegin, at hesin maður er meira enn ein vanligur jødi. Ákæran, ið er reist móti honum er henda: ”Hann sigur um seg sjálva, at hann er Messias, ein kongur.

 

So sigur Pilatus: ”… »Ert tú kongur Jødanna?«” ”Jesus svaraði: »Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar. Men nú er ríki mítt ikki haðani.« ” Jóh.18,36

 

Tá segði Pilatus, bæði óttafullur og forvitin á málinum: ”… »Men so ert tú kongur kortini?« ” Jesus svaraði: ”»So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; …”

 

Kongurin varð vrakaður. Teir førdu hann nú inn í vaktarrúmið fyri har at krýna hann. Nú mást tú síggja, at hetta varð gjørt fyri tína skuld. Hann má jú hava eina krúnu. Hvør kann vera kongur uttan ein kongakrúnu? Teir finna langar tornir, spískar sum ein sýl og byrja nú at fletta eina krúnu til hann og seta so hesa krúnu á høvd hansara og trýsta hana niður, so hon treingir inn gjøgnum húðina úr øllum síðum.

 

Hetta vildi gjørt onnur fullkomiliga vitleys, men hann stendur har sum ein kongur. Sigur onki. Hann má hava ein kongiligan kappa. Teir handa honum ein blóðreyðan kappa – tekinið uppá á skomm. So løgdu teir kappan um hann, omaná einum ryggi, ið stutt undan hesum varð vorðin illa meiðslaður, so hann tók seg út sum pløgdar furur við trevsutur kjøti hangandi niður eftir ryggi hans. Hann er kongur – tín Kongur.

 

Kongur má eisini hava ein kongastav. Teir tóku tí eitt strá av sevi og geva honum tað í høgru hond hansara. So stendur hann har við tornakrúnu ílatin ein blóðreyðan kappa, meðan blóðið rennur honum niður av høvdi og ryggi hans og við hárinum klistrað fast til andlit hansara.

 

Hermenninir inni í vaktarborgini taka sevleggin og sláa hann í høvdið. Tornakrúnan verður trýst enn djúpri og so fella teir niður á knær framman fyri honum og spýta hann í andlitið og siga við hann: ”… »Heilur og sælur, kongur Jødanna!«”

 

So taka teir hann og føra hann út á svalan, har Pilatus stendur, vendur út móti stóra torginum, har fjøld av fólki eru savnað saman. Tá hann kemur út goyma fólk andlit teirra fyri honum. mong vita ikki heilt, hvat veruliga gongur fyri seg.

 

Í Noregi, á frælsisdegnum 17.mai, stendur kongur okkara, Haraldur, á svalanum meðan børn og vaksin í túsundatali marsjera framvið kongaborgini og rópa fagnarróp upp móti kongi og heiðra hann, og hann veittrar aftur. Fjøldin rópar findarglað: ”Gud signi kongin. Kongur leingi livi!”

 

Hygg, kongur tín. Hygg at Jesusi. Har kemur hann og ber tornakrúnuna, skarlaksreyða kappan og kongastavin, og so skal hann taka ímóti heiðurinum. Pilatus sigur: ”Hygg, her er maðurin!” Ongi fagnarróp: ”Krossfest hann, krossfest hann! Burtur við honum. Gev okkum Bárabas leysan.” Tú og eg, vit vóru Bárabas. Kongurin doyði í staðin fyri okkum.

Effie Campbell umsetti