Krist, lambið Guds, tær heiður ver!
”hann sum er uppfarin til himna og er við Guðs høgru hond, men einglar og máttir og kreftur eru honum undirløgd. ”
1.Pet.3,22
Hitt kenda enska sálmaskaldið Edward Perronet doyði 1792 og liggur grivin í heimsgitna katedral-kleystrinum í Caterbury. Seinastu orð hansara á deyðastrá vóru: ”Æra veri Gudi í guddómliga stórleika sínum! Æra veri Gudi í menniskjaliga lítilleika sínum! Æra veri Gudi í veldi sínum!”
Hesin maður var bráður av lyndi. Skapið í honum var róleyst, og hann hevði altíð sínar egnu hugsanir um alt. Men um hann varð sagt, at hann altíð livdi Gudi nær.
Einum av hansara mongu sálmum og sangum hevur eydnast at vera kendur um allan heim. Av teimum 14 sálmum, ið kønir menn siga, eru umsettir til meira enn hundrað mál, og sum enn í dag verða sungnir víða um heimin av livandi kirkjuliðum, er ein yrktur av Edward Perronet. Hann er eisini týddur til føroyskt.
Hetta er hin mæti lovsongurin í teirri kristnu vónini:
Krist, lambið Guds, tær heiður ver.
Í vónini sær skaldið Guds einglar og allan tann sæla barnaskara, ið Jesus á krossinum loysti út frá synd og deyða, syngja Guds lambinum takkarljóð. Hann sær tey bera kongakrúnuna fram til trónuna, og syngjandi krýna himna kongason.
Og ikki er tað løgið, at skaldið elvir øllum okkum, sum Jesus bíðar eftir har heima, øllum okkum úr norðan og sunnan á hesum foldum, sum Jesus var offurlamb hjá, og sum hann nú er kongur hjá, at syngja við teim himmalsku røddum:
Ja, krýn hann, krýn hann, krýn hann, himna kongason.
Krist, lambið Guðs, tær heiður ver’!
Guðs einglar syngið hátt
og honum kongakrúnu ber’!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.
2. Tú vitnaherur, sum so balt
í deyða sigur vanst,
við Harrans trónu standa skalt!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.
3. Tú Ísrael av Isai rót,
tín runnur rann við sól,
hann monnum frelsu beyð til bót.
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.
4. Tú barnaskari hans úr verð,
á krossi loystur út,
í himni honum lov nú ber!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.
5. Úr øllum ættum hvør ein tjóð,
sum Jesus fevndi her,
nú hevji upp eitt takkarljóð!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.
E. Perronet 1779.
Salomon J. Joensen.
Lag: Sl. 194.