Kristi innbjóðing
„Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. “
Matt. 11,28
Nú vil eg vísa tær, hvat harri okkara Jesus Kristus lovar tær. “Komið higar til mín,” sigur hann, “og eg vil veita tykkum hvílu.” Hvíla er ein av teimum týdningarmiklastu gávunum, gleðiboðskapurin bjóðar tær.
“Kom til mín,” sigur heimurin, “og eg vil geva tær ríkidømi og stuttleika.” – “Kom til mín,” sigur djevulin, “og eg vil geva tær stórleika, makt og ríkidømi.” – “Kom til mín,” sigur Kristus, “og eg vil geva tær hvílu.”
Tann hvíla, Kristus bjóðar tær, er nakað innvortis og andaligt. Tað er hvíla fyri hjartað, samvitskuna, sinnið, kensluna og viljan. Tað er ein hvíla, sum sprettur úr vitanini um , at syndir okkara eru fyrigivnar, skuld okkara tikin burtur.
Eina sovorðna hvílu gevur Jesus einum og hvørjum, sum kemur til hansara. Hann ger tað við at vísa teimum hitt fullgjørda verkið á krossinum, við at klæða tey í sítt egna rættvísi og reinsa tey í sínum egna dýrabara blóði. Tá ið eitt menniskja fer at síggja, at Guds sonur doyði fyri syndir tess, byrjar sálin at smakka ta innvortis kvirruna og friðin.
Tað er bert ein kongligur vegur til hvíld fyri sálina. Gloym ongantíð tað. Tað er bert ein vegur til Faðirin: Jesus Kristus. Tað er bert ein hurð til himmalin: Jesus Kristus. Tað er bert ein vegur til hjartafrið: Jesus Kristus.
Kom til Kristus í trúgv. Legg hjarta títt opið fyri honum. Sig honum alla lívssøgu tína og bið hann taka ímóti tær. Rópa á hann, sum hin angrandi ránsmaðurin gjørdi, tá ið hann sá Jesus á krossinum. Sig við hann: “Harri, frels eisini meg! Harri, minst til mín!”
Kom! Kom til Kristus.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

