Kristi sendiboð

”Síðan hoyrdi eg rødd Harrans, ið segði: »Hvønn skal eg senda? Hvør vil vera ørindreki okkara?« Og eg svaraði: »Her eri eg – send meg!« ”
Jes.6,8

 

Eitt ólátað harkalið herjaði í einum ávísum býi. Hvørki foreldur ella lærarar høvdu tamarhald á teimum. Ein kristin kvinna kendi eina stóra neyð í sínum hjarta fyri hesum ungu og bað so inniliga fyri teimum. Men hóast hennara bønir, so var tað, so kendist tað, sum at hennara hjartans byrðar ikki lætnaðu.

 

Til síðst bað hon soleiðis: ”Harri, um tú kanst nýta meg, so eri eg her.”

 

Í somu løtu gjørdist hon greið um, hvat tað var, Gud vildi henni. Har var ein gerningur at gera, og Gud hevði valt hana at fremja hann. Við sínum ótroyttiliga arbeiði millum hesi ungu vann hon tey, og tað endaði við, at tey gjørdust av gagnligastu og bestu borgarum í samfelagnum.

 

Um neyðin fyri ávísum samfelagsbólkum ella fólki liggur tær serliga á hjarta, so er ofta tí, at Gud hevur lagt sína hond á teg fyri at tú skalt hjálpa. Fyrst og fremst hevur neyðin fyri teimum ligið Jesusi á hjarta, og tá vit koma honum nær, so er hann førur fyri at leiða hesa neyð víðari til okkum, so at hann kann senda okkum sum sínar lærusveinar at hjálpa. Sendiharrin í einum landi verður sendur við mátti og myndugleika fyri at tala og virka í navni stjórnarinnar. Hann verður hendur, føtur og rødd stjórnarinnar – og hann verður viðfarin við heiðuri og virðing.

 

Tað er ein stórur fyrimunur at vera ein av sendiharrum Jesu Krists.

 

Harri – gævi tað er soleiðis, at eg altíð eri og verði eitt virðiligt umboð fyri teg í hesi verð!
”Kirkeklokken” nr. 42, 1965 E. Campbell oversatte