Kroppur og sál

„Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti. “
Matt.10,28

 

 

Mia Hallesby

Ein sunnudagsskúlalærari skuldi greiða børnunum frá, hvussu sálin heldur á at liva, eftir at likamið er jarðað. Hann vísti teimum eina stovuklokku og spurdi:

 

“Hvat er hetta?”

 

“Ein klokka,” róptu børnini.

 

“Hvussu vita tit tað?”

 

“Vit hoyra hana ganga. Hon dikkar.”

 

Síðani skilti lærarin klokkuna sundur, soleiðis at hann stóð við urverkinum í aðrari hondini og kassanum í hinari.
“Nú havi eg tvær klokkur, ha?”

“Nei, onnur er bara kassin!” róptu børnini.

Lærarin tók kassan og læsti hann inni í einum skápi. “Hoyra tit enn klokkuna dikka?”

 

“Ja,” søgdu børnini, “tað er jú bara hin tómi kassin, sum er burtur.”

 

“Rætt er tað,” svaraði lærarin, “klokkan gongur, sjálvt um kassin er burtur, og tey bæði eru skild hvørt frá øðrum. Soleiðis er eisini við okkum menniskjum. Likamið er kassin, sum, tá ið menniskjað doyr, verður jarðað í jørðini, har tað fúnar og moldnar burtur, og sálin livir framvegis, júst sum klokkan, sum heldur á at dikka, sjálvt um kassin er tikin og settur til viks.”

 

Síðani greiddi lærarin børnunum frá, hvussu sál okkara, um vit hoyra Gudi til, fer upp til himmals fyri har at liva ævigt saman við Gudi og Jesusi.

E. Campbell umsetti