Lærið børnini at elska Bíbliuna!

„Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. “
2.Tim.3,14-15

 

 

Hin størsta æran fyri trúgvandi foreldur er at geva børnum sínum Guds heilaga orð. Tað er hin rimmarfasta trúgvin hjá faðir og móður, sum verður brúkt av Gudi at vekja trúnna hjá barninum. Sonn livandi trúgv festir í. Orðinum nýtist ein trúgvandi faðir ella eina trúgvandi móður sum sín boðbera:

 

“Eg eri komin at minnast ta falsleysu trúgv, sum er í tær, hana sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Evnike, móður tíni, og sum eg eri ivaleysur í eisini býr í tær.” (2. Tim. 1,5)

 

„ … við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus.“ 2. Tim. 3,14-15

 

Lær barnið at trúgva Guds orði. Trúgv á Gud byrjar við trúgv á orð hansara. Lær barnið at góðtaka tað, tað ikki skilir, og sum tykist løgið fyri vitið, bert av tí at Gud, sum er vísur og stórur, hevur sagt tað. Lær barnið at trúgva Guds kærleika, gávuni, vit hava fingið í Jesusi, og at lívið í honum verður veruleiki, tá ið vit trúgva Guds orði. Barnið hevur eina natúrliga trúgv – hjálp tí at trúgva orðinum, sum aldri svíkur.

 

Lær barnið at kenna Guds orð. Trúgv er treytað av kunnleika. Stremba eftir at geva barninum eina greiða og skilagóða fatan av teimum stóru frelsusannleikum, Gud hevur opinberað. Lít ikki hetta arbeiðið upp í hendurnar á skúlanum ella kirkjuni. Tað er undranarvert, hvussu veikur tann kunnleikin er, barnið fær á tann hátt. Lat familjuandaktirnar verða eina sanna hjálp at geva barninum meira kunnleika. Lær tað bíbliuvers uttanat við at endurtaka tey ferð eftir ferð. Hjálp barninum at gerast heima í Bíbliuni. Lær barnið at elska Guds orð.

 

Foreldur, Guds orð er arvurin hjá barni tykkara frá Faðirinum á himli, og tað er tykkara uppgáva at leiða tað til at trúgva, kenna, elska og akta tað.

Latið orðið búgva ríkiliga í tykkum við øllum vísdómi. Missið ikki mótið – Gud vil gera verkið og gera orðið virkandi, eisini í børnum tykkara.

E. Campbell umsetti