Landið tey kalla Himmalin
„Og hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. Mitt á gøtuni í staðinum og hvørjumegin ánna var lívsins træ, sum bar tólv ferðir ávøkst og hvønn mánað gav ávøkst sín; og bløðini á træinum vóru til lekidóms hjá fólkasløgunum.“
Op.22,1-2
Eg fari her at siga frá einum ókendum og einastandandi landi, har ongin sorg er til, ongin pína ella deyði. Tey sum búgva har gerast ongantíð móð, tey bera ikki upp á tungar byrðar og gerast heldur ikki gomul. Ongin sigur farvæl har og onki vónloysi finst har.
Í landinum eg her nevni, har er ongin synd, tí har er ongin, ið ger nakað skeivt. Onki ið skapar ófrið finst i tí landinum.
Tú kanst ferðast langar teinar í tí landinum uttan at síggja eina einastu grøv har og eiheldur kemur tú har at møta nøkrum líkfylgi. Eingi sjúkrahús eru har. Ongi tekin um sorg eru við húsini har, onki flagg flaggar á hálvari stong, av tí at ongin doyr í tí landinum. Har er ongin tørvur á kistum og har verður heldur ongantíð grivin nøkur grøv.
Øll ganga í skínandi klæðum, og ongin skiftir klæði har. Ongin kann nakrantíð oyða hetta landið. Tær undurfullu blómurnar í hesum landinum følna ongantíð og bløðini eru altíð grøn. Har hoyrist ongantíð nøkur torða ganga og grov æl eru ikki til har heldur. Ongin jarðskjálvti, ongin flóðalda ella illeveður náa nakrantíð hesar strendur. Ongar bakteriur ella smittandi sjúka finst har.
Sólin er ikki neyðug í hesum landi, har tað altíð er ljóst, tí í Himli er ongin nátt. Hitin fer ongantíð at plága og heldur ikki kuldin. Hitastigini har hóska júst til okkum, og ongi skýggj koma at har at skugga fyri ljósinum og ongin stormur fer at oyða nakað. Í tí landinum eru ongir rúsdrekkamisnýtarar. Har er onki siðloysi. Ongi óynskt børn koma í heimin har ella uttanfyri hjúnalagið. Onki av tí undurfulla í náttúrini verður spilt av fangahúsum ella varðhaldum.
Har er ikki neyðugt at læsa hurðar og vindeygu, tí har eru ongir tjóvar ella ránsmenn. Ongi pornobløð ella pornomyndir finnast heldur har. Har rinda tey ongan skatt og ongin skyldar heldur nøkrum nakað. Hetta er eitt land uttan bardaga, stríð, ófrið og kríggj.
Ja, lat meg siga meira. Hvar tú enn fert, so kemur tú ongantíð at møta nøkrum har, ið er haltur, vanførur ella kryplingur. Ongi blind fólk finnast har, ei heldur deyv ella deyvstumm. Tú fert ikki at síggja nakran bygning, ið hýsir ólekiliga sjúkar sjúklingar, tí øll har eru sunn og sterk. Ongir biddarar eru at síggja nakrastaðni á gøtunum har. Hví? Øll hava nóg mikið, ja í yvirflóð. Tú fert ongantíð at hoyra slík orð sum spedalskusjúka, krabbamein, gikt ella tuberklar. Og har eru ongi barnaheim ella stovnar fyri sinnislíðandi fólk, tí har er ikki so mikið sum eitt einasta evnaveikt ella brekað ella sjúkt menniskjað, ið hevur tørv á lækna. Tí eru sjúkrahús bæði ókend og óneyðug har. Tú spyrt kanska? Hvussu veitst tú hatta? Hevur tú nakrantíð verið har?
Nei, enn havi eg ikki haft tey forrættindi at kunna vitja hetta landið, men onnur hava. Í hvussu so er ein, ið hevur búð har í langa tíð, ein sum kom til okkara og hevur sagt okkum nógv um hetta undurfulla stað. Hann nevnir staðið fyri Himmalin og hann hevur givið okkum eina skrivliga frágreiðing um hetta landið í Opinberingsbókini kapitel 22.
Vilt tú ikki fegin sleppa har?
Vilt tú ikki gera teg ferðabúnan, um tú ynskir at koma har?
Tað er ikki trupult. Tað, tú mást gera, tað er at lata upp hjarta títt fyri honum, ið stjórnar hesum landi og bjóða honum vælkomnum inn og biðja hann reinsa teg frá allari synd.
Um tú gert tað, so fert tú eisini at náa fram til hetta undurfulla landið og fáa loyvi at búgva har altíð, tá lívsferð tín á hesi fold er at enda komin.
Vilt tú ikki taka ímóti Kristi NÚ?
Júst nú?
E.Campbell umsetti
Edvard Poulsen

