Latið okkum halda jól allar ársins dagar

“… tí at til tess varð eg sendur.”
Luk. 4,43

 

Ein mamma greiðir frá, at tá ið hon í januar mánaði ætlaði sær at pakka
niður jólakrubbuna og figurarnar, sum hoyrdu til, sá hon, at Jesusbarnið
var ikki har. Hon spurdi fýra ára gamla son sín, um hann visti, hvar ið
Jesus var. Drongurin svaraði: “Ja, men eg sigi tað ikki fyri nøkrum.” –
“Hví?” spurdi mamman.”Tí hann vil ikki goymast burtur saman við
jólapyntinum,” svaraði drongurin. Vísdómur av barnamunni!

Um tú veitst, hví Jesus kom, so heldur tú jól hvønn dag. Jesus segði:
“… eg eri komin at fullføra lógina og profetarnar.” Matt. 5,17. Hann, sum
skapaði alheimin, gekk sum eitt menniskja inn undir banning lógarinnar.

Krøvini í hansara egnu lóg uppfylti hann til fulnar. Vit eru fullkomiliga
vard! Á Golgata varð rindað fyri allar syndir okkara, bæði fyri tær
ógjørdu gerðirnar, sum vit áttu at havt gjørt, og fyri tær opinberligu
syndirnar.

“Eg eri ikki komin at verða tænaður, men at tæna…” Matt. 20,28. Hetta
svarið fekk ein mamma, ið kom við hesi áheitan: “Sig, at hesir báðir synir
mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið hjá tær í ríki
tínum!” Jesus segði, at tað snýr seg um at tæna, ikki um at stremba eftir
persónligum vinningi. “Eg eigi eisini at bera hinum bygdunum
gleðiboðskapin um Guds ríki…” Luk. 4,43. Hvørja ferð vit siga øðrum,
hvat ið tað ber í sær at liva sum borgari í Guds ríki, eru vit honum lýðin.

“Menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.”
Luk. 19,10. Royn at ímynda tær, at tú í himli hittir ein, tú hevur kent ella
kanska enntá hevur arbeitt saman við, sum spyr teg: “Hvussu ber tað til,
at tú ongantíð segði mær frá hesum?” Minnist tú hesi fýra skriftstøðini,
fert tú at halda jól hvønn einasta dag – alt árið.

“… et Ord til Dagen” Effie Campbell umsetti