Lesur tú í Bíbliuni?

”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”
Jóh.3,16

 

Í Bíbliuni lesa vit orð Guds, og gera vit tað, so fáa vit at vita, bæði hvat krevst fyri at verða frelstur og hvussu ein kristin eigur at liva og bera seg at. Far tí ikki út í dagsins yrki uttan fyrst at lesa í Bíbliuni og biðja Gud um hjálp til at gera tað, ið rætt er.

Tað hava verið tíðarskeið, har menniskju er vorðin atsøkt og enntá brend á báli ella avrættað fyri at eiga eina Bíbliu. Eisini á okkara døgum eru støð, har tey kristnu verða atsøkt og dripin vegna trúgv teirra.

Lat tað tá ikki vera til fánýtis, at vit frítt kunnu lesa í Bíbliuni og á tann hátt læra Gud at kenna. Tað er sjálvandi ikki nóg mikið bert at lesa í Bíbliuni. Vit mugu eisini lata upp hjørtu okkara fyri tí, sum stendur í Bíbliuni og lata okkum leiða av tí.

Bíblian sigur, at Jesus bjóðar okkum frelsu frá synd, tá vit umvenda okkum og trúgva á hann. Henda gávan og tilboðið er til hvørt eitt menniskjað á jørð, sum sostatt sjálvt kann gera av, hvørt tað vil taka ímóti tí ella lata vera.

Um vit minnast, at Jesus doyði á krossinum fyri at eira okkum og spara okkum frá syndini, so skilja vit, hvussu sorgarbundin, Hann gerst, tá menniskjur sýta fyri at taka hansara tilboði, og hvussu stórliga tað gleðir Hann, tá vit í trúgv taka ímóti tí.

Byrja tí longu í dag at lesa í Bíbliuni og bið Gud leiða teg, so tú kanst liva til hansara æru her á jørð og einaferð fáa loyvi til at koma til Hansara í Himni.
E.Campbell umsetti