Livandi steinar
”og latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar til eitt andligt hús, til ein heilagan prestaskap, til at frambera andlig offur væl toknað av Guði fyri Jesus Krist. ”
1.Pæt.2,5
Gud vil gjøgnum orð sítt virka í okkum og við okkum. Vit hoyra ikki bert Guds orð fyri at finna ugga og styrki til okkara gerandisdag, men fyri at Gud kann skapa tann felagsskapin, sum er hansara bygningsverk. Hann vil byggja sína kirkju av livandi steinum – av menniskjum.
Kirkjan er bygd av teimum steinum, sum rúma tað lívið, ið Gud gevur teimum. Vit eru ikki bert deytt byggitilfar. Men Gud livir og virkar í okkum. Tí eru vit Guds prestaskapur – tað merkir ein prestaskapur, sum ber offur.
Tað gera vit, tá ið vit leggja lív okkara í hansara hendur og lata hann ráða. Tað gera vit, tá ið vit siga Gudi takk fyri gávur hansara og fegin lata onnur fáa lut í teimum. Og tað gera vit, um vit skilja alt lív okkara sum eina tænastu fyri Gudi.
Vit bera offur. Ikki fyri at toknast Gudi. Men Jesusi Kristi fyri at takka kunnu vit bera offur, sum gleða Gud. Kristus hevur givið okkum lívið; vit skulu hvørki vinna ella náa nakað við ofrum okkara. Alt er okkum givið av honum. Tí kunnu ofrini, vit bera, bert vera tekin um trúgv og tøkk!
Við gleði kunnu vit biðja um, at Gud vil brúka okkum til signingar fyri onkra menniskju í dag. Tað kann møguliga kosta okkum nakað, at Gud vísir náði sína móti okkum við at nýta okkum.
Í húsi Guds og kirkju nú
vit eru livandi steinar,
sum undir krossmerki skírn og trú
í Harrans miskunn sameinar.
Tú signing ber! Uppal várt sinn at vera
sum títt, o Jesus! Tær vær skyldum alt.
Tú, signing vár, lær okkum signing bera
og vera heimsins ljós og jarðar’ salt.