Ljósið omanfrá
”Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi” (Jes 9,2).
Í gjár var stytsti dagur, so vit skilja, hvussu tungt myrkur kann vera. Tað mesta av døgninum er myrkt, og ein skal skunda sær, um ein vil njóta dagsljósið.
Í versinum omanfyri sipar Jesaja profetur til andligt myrkur, og tað kann vera uppaftur tyngri. Tá menniskju kenna, at tey liva í fíggindskapi við skaparan. Tá tey ikki eiga vón og kanska heldur ikki halda, at nøkur meining er í tilveruni.
Tí sendi Gud eitt stórt ljós, ið kemur omanfrá, tí í deyðaskuggans landi megnar menniskjað ikki sjálvt at tendra nakað ljós, so myrkt tað er.
Jesus varð ikki sendur til teirra, ið “hava alt sítt uppá tað reina”, men til teirra, ið hava brúk fyri honum. Jesus var og er “ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós” (Jóh 8,12).
Tað er veldigur munur á at ganga í bølamyrkri og ikki vita, hvar tú ert, og so at ganga í ljósi, har tú sært, hvar tú ert staddur og hvagar tú fer – og enntá at vita, at tú ert í fylgi við sjálvt lívsins ljós!