Lukas 1,1-17

 

Teksturin í dag er Lukas 1,1-17

Jørgen Andreasen lesur.

v1 Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, v2 soleiðis sum teir, sum í fyrstuni vóru eygnavitni og síðan gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, v3 so havi eg eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, v4 til tess at tú kanst vera førur fyri at kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda. v5 Á døgum Heródesar, Júdeukongs, var ein prestur, at navni nevndur Sakarias, av Ábias skifti; og hann hevði konu av døtrum Árons, og var navn hennara Elisabet. v6 Men tey vóru bæði rættvís fyri Guði og livdu rættiliga eftir øllum boðum og fyriskipanum Harrans. v7 Og tey áttu einki barn, av tí at Elisabet var ein ófrukt, og bæði vóru tey komin væl til aldurs. v8 Men tað bar so á, meðan hann gjørdi prestatænastu fyri Guði eftir skipanini fyri skifti sínum, v9 at tað líknaðist honum, soleiðis sum siðurin var í prestatænastuni, at fara inn í Harrans tempul og bera fram roykilsisoffur. v10 Og øll mannfjøldin stóð fyri uttan og helt bøn í teirri stund, meðan roykilsisoffurið varð ofrað. v11 Men ein eingil Harrans sýndist fyri honum, standandi høgrumegin við roykilsisaltarið. v12 Og Sakariasi varð dátt við, tá ið hann sá hann, og ræðsla kom á hann; v13 men eingilin segði við hann: «Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. v14 Og tær skal gleði og fagnaður verða fyri, og mangir skulu fegnast um føðing hansara; v15 tí at hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Og vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá móðurlívi skal hann fyllast av heilagum anda; v16 og mongum av børnum Ísraels skal hann venda um til Harrans, Guðs teirra. v17 Og sjálvur skal hann ganga undan fyri ásjón hansara í anda og kraft Eliasar, til tess at venda hjørtum fedranna at børnunum og hinum ólýdnu at sinnalaginum hjá rættvísum, til tess at vinna Harranum eitt vælbúgvið fólk.»