Lukas 11,14-25

 

Teksturin í dag er Lukas 11,14-26

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

14 Jesus rak út ein óndan anda, sum hevði gjørt ein mann málleysan. Men tá ið óndi andin var farin út, talaði hin málleysi, og fólkið undraðist. 15 Nøkur teirra søgdu: “Tá ið hann rekur út óndar andar, fær hann hjálp frá Beelsebul, høvdinga óndu andanna.” 16 Summi vildu Freista hann og kravdu eitt tekin av honum sum prógv um, at hann var sendur av Gudi. 17 Men Jesus kendi hugsan teirra og segði: “Eitt land, sum er í kríggj við seg sjálvt, legst í oyði, og familjur stríðast hvør móti aðrari. 18 Um Satan var í stríði við seg sjálvan, hvussu kundi hann tá varðveitt sítt vald? Tit siga meg reka út óndar andar við Beelsebul. 19 Er tað satt, hvør hjálpir so fólki tykkara at reka óndar andar út? Latið tey gera av, um tit hava rætt. 20 Men um eg reki út óndu andarnar við Guds hjálp, so er tað tekin um, at Gud hevur valdið. 21 Satan kann verða líknaður við ein sterkan mann, sum verjir heim sítt við vápnum, so hann kann hava sínar ognarlutir í friði. 22 Men kemur ein, sum er sterkari enn hann og vinnur á honum, so tekur hann øll vápnini, sum hann leit á, frá honum. Hann tekur allar ognarlutirnar frá honum og býtir teir út. 23 Tann, sum ikki er við mær, er ímóti mær. Tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur. 24 Tá ið ein óndur andi er farin úr einum menniskja, strýkur hann um í oyðimørkini at finna sær ein bústað; men hann finnur ongan, Tí ger hann av at fara aftur til bústaðin, hann varð rikin úr. 25 Og tá ið hann finnur hann, sær hann, at húsið er vaskað og prýtt,

Teksturin frá biblia.fo

v14 Og hann rak út ein illan anda, og hann var málleysur; men tað hendi, tá ið hin illi andin var farin út, tá talaði hin málleysi. Og mannamúgvurnar undraðust. v15 Men summi av teimum søgdu: «Við Beelsebul, høvdinga hinna illu andanna rekur hann hinar illu andarnar út.» v16 Men summi freistaðu hann og kravdu av honum eitt tekin av himli. v17 Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: «Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús. v18 Men um nú eisini Sátan er í ósemju við sjálvan seg, hvussu kann tá ríki hansara standa við? Tí at tit siga meg reka út hinar illu andarnar við Beelsebul. v19 Men um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara. v20 Men um eg reki út hinar illu andarnar við fingri Guðs, tá er Guðs ríki komið á tykkum. v21 Tá ið hin sterki alvápnaður heldur vakt um garð sín, tá eru allir ognarlutir hansara í friði; v22 men tá ið ein, sum sterkari er enn hann, kemur á hann og vinnur hann, tá tekur hann øll herklæðini og vápnini, sum hann leit á, frá honum og býtir sundur fongin frá honum. v23 Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur. v24 Tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, fer hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann: «Eg vil venda við aftur til hús mítt, sum eg fór úr.» v25 Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt.