Lukas 11,5-10
Teksturin í dag er Lukas 11,5-10
Pól Jóhannessen lesur.
Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.
5 Og Jesus helt fram: “Hugsa tær, at tú eigur ein vin. Tú fert til hansara á miðjari nátt og sigur: ”Góði vinur, læn mær trý breyð, 6 tí ein kenningur, sum er á ferð, er komin at vitja, og eg havi einki at geva honum.” 7 Heldur tú, at vinur tín svarar: “kom ikki og órógva meg. Eg havi stongt úthurðina, og bæði børnini og eg eru farin í song. Eg kann ikki fara upp at geva tær nakað nú?” 8 Nei, fer hann ikki upp og gevur tær tað, sum tú hevur biðið um, tí tit eru vinir, so fer hann kortini upp, tí at tú ert so ágangandi. 9 Og soleiðis er tað: Biðið um tað, tykkum tørvar, so skulu tit fáa. Leitið, so skulu tit finna. Banki uppá, so skal verða latið upp frá tykkum. 10 Tann, ið biður, hann fær. Tann, sum leitar, finnur. Og tí, sum bankar uppá, verður latið upp fyri.
Teksturin frá biblia.fo
v5 Og hann segði við teir: «Um onkur av tykkum eigur ein vin og fer til hansara á miðjari nátt og sigur við hann: «Vinur mín, læna mær trý breyð; v6 tí at ein vinmaður mín er komin til mín av ferð, og eg havi einki at seta fyri hann;» v7 og hin fyri innan svarar og sigur: «Ger mær ongar ónáðir, dyrnar eru longu latnar aftur, og børn míni eru í song við mær; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tey;» v8 tað sigi eg tykkum, at um hann so ikki vil fara upp aftur og fáa honum tey, fyri tað at hann er vinur hansara, tá man hann kortini fara upp, av teirri grund at hann er so framførur, og lata hann fáa alt tað, sum honum tørvar. v9 Og eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið; leitið, og tit skulu finna; bankið uppá, og upp skal verða latið fyri tykkum; v10 tí at hvør tann, sum biður, hann fær, og tann, sum leitar, hann finnur, og tí, sum bankar uppá, skal verða latið upp fyri.