Lukas 16,9-18

 

Teksturin í dag er Lukas 16,9-18

Jógvan Højgaard lesur.

v9 Og eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, til tess at teir, tá ið hann trýtur, mega fagna tykkum í hinum ævigu heimbýlum. v10 Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum; og tann, sum er órættuligur í tí minsta, er eisini órættuligur í stórum. v11 Um tit tí ikki hava verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør vil tá líta tykkum hin sanna til? v12 Og um tit ikki hava verið trúgvir í tí, sum aðrir eiga, hvør vil tá geva tykkum nakað at eiga sjálvir? v13 Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.» v14 Men alt hetta hoyrdu Fariseararnir, sum vóru peningakærir menn, og teir hildu hann fyri spott. v15 Og hann segði við teir: «Tit eru teir, sum gera tykkum sjálvar rættvísar í manna eygum; men Guð kennir hjørtu tykkara; tí at tað, sum er høgt millum manna, er ein andstygd í Guðs eygum. v16 Lógin og profetarnir guldu, til Jóhannes kom; síðan hevur gleðiboðskapurin um Guðs ríki verið boðaður, og ein og hvør treingir seg inn í tað við valdi. v17 Men tað er lættari, at himmalin og jørðin ganga undir, enn at eitt flindur av lógini fellur av. v18 Hvør tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, drívur hor; og hvør tann, sum giftist við konu, ið skild er frá manninum, drívur hor.