Lukas 19,41-48
Teksturin í dag er Lukas 19,41-48
Jørgen Andreasen lesur.
v41 Og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann og segði: v42 «Hevði tú tó eisini vitað, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum. v43 Tí at dagar skulu koma á teg, tá ið fíggindar tínir skulu laða upp eitt virki rundan um teg og kringseta teg og søkja at tær úr øllum ættum; v44 og teir skulu slætta teg við jørðina og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær, av teirri søk at tú ikki kendi vitjunartíð tína.» v45 Og hann gekk inn í halgidómin og tók at koyra út teir, sum har seldu, v46 og segði við teir: «Skrivað stendur: «Og hús mítt eigur at vera eitt bønhús; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.» » v47 Og hann lærdi dagliga í halgidóminum. Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir mætastu menninir av fólkinum royndu at fáa hann tiknan av døgum. v48 Men teir kundu ikki finna út, hvat teir skuldu gera, tí at alt fólkið hekk uppi í honum og lýddi á hann.