Lukas 20,41-47 og 21,1-4

 

Teksturin í dag er Lukas 20,41-47 og 21,1-4

Pól Jóhannessen lesur.

v41 Men hann segði við teir: «Hvussu kunnu tey siga, at Kristus er sonur Dávids? v42 Tí at sjálvur Dávid sigur í sálmabókini: «Harrin segði við Harra mín: Set teg við mína høgru lið, v43 til eg leggi fíggindar tínar sum fótskammul fyri føtur tínar.» v44 Dávid kallar hann tá harra, og hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» v45 Men meðan alt fólkið hoyrdi, segði hann við lærusveinarnar: v46 «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og sum tað líkar væl at verða heilsaðir á torgunum og at hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og tey ovastu sætini í veitslunum; v47 teir sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.»

v1 Men tá ið hann hugdi upp, sá hann rík leggja gávur sínar í tempulkistuna; v2 og hann sá eina fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í. v3 Og hann segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan legði meira í enn øll hini; v4 tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.»