Lukas 22,14-23
Teksturin í dag er Lukas 22,14-23
Pól Jóhannessen lesur.
v14 Og tá ið tímin kom, settist hann til borðs og ápostlarnir við honum. v15 Og hann segði við teir: «Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalambið við tykkum, áðrenn eg líði; v16 tí at eg sigi tykkum, at eg skal onga tíð meira eta tað, fyrr enn tað verður fullbúgvið í Guðs ríki.» v17 Og hann tók ein kalik, takkaði og segði: «Takið henda og skiftið hann ímillum tykkara; v18 tí at eg sigi tykkum, eg skal frá hesi stund ikki drekka av fruktum víntræsins, fyrr enn Guðs ríki kemur.» v19 Og hann tók breyð, takkaði, breyt tað og gav teimum tað og segði: «Hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til áminning mína!» v20 Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: «Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði, sum verður helt út fyri tykkum. v21 Men sí, hond hansara, sum meg svíkur, er her hjá mær við borðið. v22 Tí at fullvæl fer menniskjusonurin burtur, eftir tí sum tilskilað er; men vei tí manni, sum hann verður svikin av!» v23 Og teir tóku at spyrja hvør annan sín ámillum um, hvør teirra tað mundi vera, sum hetta mundi fara at gera.