Lukas 22,31-38
Teksturin í dag er Lukas 22,30-38
Andrias Magnussen lesur.
v31 Símun, Símum, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. v32 Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta; og tá ið tú einaferð er vendur um, tá styrk brøður tínar.» v33 Men hann segði við hann: «Harri, við tær eri eg til reiðar at fara bæði í fangahús og í deyða.» v34 Men hann segði: «Eg sigi tær, Pætur: hanin man ikki gala í dag, fyrr enn tú tríggjar ferðir hevur noktað fyri, at tú kennir meg.» v35 Og hann segði við teir: «Tá ið eg sendi tykkum út uttan pung og klæðsekk og skógvar, vantaði tykkum tá nakað?» Og teir søgdu: «Nei, einki.» v36 Men hann segði við teir: «Men nú skal tann, sum hevur pung, taka hann við sær, somuleiðis eisini klæðsekk; og tann, sum einki svørð hevur, skal selja kappa sín og keypa eitt. v37 Tí at eg sigi tykkum: Tað sum skrivað er, eigur at ganga út við mær, hetta: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn;» tí at tað líður móti endanum hjá mær.» v38 Men teir søgdu: «Harri, sí, her eru tvey svørð.» Og hann segði við teir: «Tað er nóg nógv.»