Lukas 2,39-52

 

Teksturin í dag er Lukas 2,39-52

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

39 Jósef og Maria gjørdu alt, sum lógin fyriskipaði í sambandi við eina føðing, og fóru so til í Nasaret í í Galilea. 40 Sonurin vaks og styrknaði og var vitugur, og Gud var við honum. 41 Jósef og Maria fóru á hvørjum ári til Jerusalem at halda páskir, 42 Tey vóru eisini har tað árið, Jesus fylti 12 ár. 43 Tá ið páskirnar vóru farnar afturum, og tey vóru á ferð heimaftur, var Jesus eftir í Jerusalem, og foreldrini vistu ikki av tí. 44 Tey hildu, at hann mundi vera saman við onkrum øðrum í ferðalagnum, men tey fóru ikki at fregnast eftir honum, fyrr enn tey høvdu gingið ein heilan dag. 45 Men hvørki familja teirra ella vinfólk høvdu borið eyga við hann, so tey vendu aftur til Jerusalem at leita eftir honum har. 46 Tey funnu hann ikki, fyrr enn tey høvdu leitað í tríggjar dagar. Tá sat hann í templinum ímillum lærararnar og lurtaði eftir teimum og spurdi teir. 47 Øll vóru púra bilsin um, hvussu vitandi hann var, 0g hvussu hann dugdi at svara. 48 Foreldrini vórðu ovfarin at finna hann har, og mamma hansara segði: ,„hvussu kundi tú finna upp á hetta, barn mítt? Pápi tín og eg hava leitað alla staðni eftir tær og hava verið so bangin.” 49 ,Hví hava tit leitað eftir mær?” svaraði Jesus. „Vita tit ikki, at eg eigi at vera har, sum Pápi mín er?” 50 Men tey fataðu ikki tað, hann segði. 51 Hann fór heim til Nasaret við teimum og var teimum lýðin. Men Maria legði sær í minni ta, sum hann hevði sagt, og hugsaði ofta um, hvat tað hevði at týða. 52 Jesus mentist og varð ein vitugur, ungur maður. Bæði Gud og menniskju gleddust um hann.

Teksturin frá biblia.fo

v39 Og tá ið tey høvdu útint alt tað, sum var fyriskipað í lóg Harrans, fóru tey avstað aftur til Galileu, til Nasaret, heimbygd sína. v40 Men barnið vaks og styrknaði og varð fult av vísdómi, og náði Guðs var yvir honum. v41 Og foreldur hansara ferðaðust á hvørjum ári til Jerúsalem um páskirnar. v42 Og ta ferðina, tá ið hann var vorðin tólv ára gamal, og tey fóru niðan, sum siðurin var um hátíðina, v43 og tey høvdu verið har teir dagarnar, tá varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru heim aftur; og foreldur hansara varnaðu tað ikki. v44 Men av tí at tey hildu, at hann mundi vera við í ferðalaginum, hildu tey leiðini fram ein dag, og tey leitaðu eftir honum hjá skyldfólki teirra og kunningum. v45 Og tá ið tey ikki funnu hann, vendu tey um aftur til Jerúsalem og leitaðu eftir honum. v46 Og ikki fyrr enn tríggir dagar vóru farnir, tá funnu tey hann í halgidóminum, har sum hann sat mitt ímillum lærumeistaranna og bæði lýddi á teir og spurdi teir. v47 Men øll, ið hoyrdu hann, vóru heilt bilsin av vitsku hansara og svørum. v48 Og tá ið tey bóru eyga við hann, kom ræðsla á tey; og móðir hansara segði við hann: «Barn mítt, hví gjørdi tú okkum hetta? Sí, faðir tín og eg hava við sorg og sút leitað eftir tær.» v49 Og hann segði við tey: «Hví leitaðu tit eftir mær? Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í [tí, sum faðirs míns er?»] v50 Men tey fataðu ikki hetta orðið, sum hann talaði til teirra. v51 Og hann fór oman við teimum og kom til Nasaret og var teimum lýðin. Og móðir hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum. v52 Og Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Guði og monnum.